Í morgin gera eini 25 fólkatónleikarar seg klárar at fara til Hattavíkar at spæla, dansa og undirhalda. Eins og undanfarin ár bjóðar árliga fólkatónleikarastevnan nevniliga aftur fólki kring alt landið eina røð av tónleika- og dansikvøldum næstu dagarnar.
Stórur áhugi á smáplássunum
Í gjárkvøldið fór árliga fólkatónleikarastevnan av bakkastokki við eini hugnaligari konsert á Reinsaríinum í Havn, har millum onnur tónleikarin Thomas Loefke spældi á írska harpu. Í kvøld verður so aftur ein konsert og fólkadansur á Reinsaríinum, áðrenn mongu fólkatónleikararnir fara út at bygd at spæla.
Formaðurin í Føroya Fólkatónleikarafelag, Kristian Blak, dylir ikki yvir, at hann gleðir seg nógv til hendan fasta táttin hjá stevnuni at fara út á bygd.
- Áhugin fyri fólkatónleiki, bæði konsertum og dansikvøldum er altíð stórur á smáplássunum. Sum oftast er næstan ikki pláss fyri øllum áhoyrarnum, so vit føla okkum altíð vælkomin á bygd. Og tað er hugaligt, tí vit vilja helst ikki vera til fortreð á – vit rúgva jú rættliga nógv upp tá vit koma, sigur Kristian Blak, og leggur afturat, at nú stevnan fer til Hattarvíkar verður ferðalagið eini 40 fólk við øllum.
Vekja ans uttanlands
Annars letur Kristian Blak væl at fólkatónleikalívinum í Føroyum. Sjálvt um tað gongur spakiliga, er áhugin vaksandi, kanska serliga fyri upprunatónleikinum so sum Kingo sálmum. Eisini koma nýggir tónleikarar til allatíðina, og tey sum spæla, spæla væl, leggur Kristian Blak áherðlsu á.
Nakað, fólk í Føroyum kanska ikki vita av, er, at áhugin uttanlands fyri føroyskum fólkatónleiki er rættiliga stórur.
- Næst eftir Teitur, eru Spælimenninir tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt mest uttanfyri Føroyar. Faktiskt eru tað nógvir útlendingar, sum fyrst og fremst seta Føroyar í samband við Spælimenninar, sigur Kristian Blak.
Hann leggur afturat, at meðan tað altíð er spennandi at fara út um landoddarnar at spæla, so er áhoyrarafjøldin í Føroyum munandi meir fjøltáttað enn í nógvum stórbýum.
- Sjálvt um eitt nú Boston í USA er ein millióna býur, so eru tað oftast somu fólkini, sum síggjast aftur til konsertirnar. Í Føroyum er áhoyrarafjøldin sera breið og ikki so klikukend, sum man onkuntíð sær aðrastaðni, og tað er hugaligt, heldur Kristian Blak.
FAKTA:
Fólktónleikarastevnan verður í døgunum 15. til 21. juli.
Í ár luttaka Guðrið Hansdóttir, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Dánjal á Neystabø, Niels Midjord, Kvonn, Markamót, Spælimenninir, Pivari (spælimansbólkur úr Italia) og Thomas Loefke (irsk harpa).
Konsertskrá:
Týs 15/7 Konsert á Reinsaríinum, Tórshavn, kl. 19 - 21
Thomas Loefke (írsk harpa)
Miku 16/7 Fólkadansur á Reinsaríinum, Tórshavn, kl. 21 – 23
Pivari (Italia) og Spælimenninir (Føroyar)
Hós 17/7 Konsert í skúlanum í Hattarvík, Fugloy, kl. 16
Dánjal á Neystabø
Markamót
Martin Joensen
Guðrið Hansdóttir
Pivari
Konsert í kirkjuni í Kirkju, Fugloy, kl. 20
Thomas Loefke
Niels Midjord
Kvonn
Stanley Samuelsen
Pivari
Fríggja 18/7 Gøta: G!mini á Spæliplássinum
Kl. 19:45 Kvonn
Kl. 20:30 Guðrið Hansdóttir
Leygar 19/7 Runavík: uttandurakonsertir á Laksatorginum
Kl. 11:30 Pivari
Kl. 14:00 Dánjal á Neystabø
Kl. 15:30 Pivari
Gøta: G!mini
í kirkjuni
Kl. 11:30 Thomas Loefke
á Spæliplássinum
kl. 18:15 Pivari
kl. 20:00 Dánjal á Neystabø
kl. 20:45 Stanley Samuelsen
kl. 21:45 Martin Joensen
Sunnu 20/7 Konsert í Norðurlandahúsinum, kl. 16
Dánjal á Neystabø
Thomas Loefke
Martin Joensen
Kvonn
Niels Midjord
Guðrið Hansdóttir
Pivari
Mána 21/7 Konsert í kirkjuni í Mykinesi, kl. 21
Dánjal á Neystabø
Thomas Loefke
Martin Joensen
Splimenninir
Niels Midjord
Guðrið Hansdóttir
Pivari