Fólkatónleikarastevna er, og í tí sambandi kann føroyskur, danskur og turkiskur fólkatónleikur upplivast í Gøtu kirkju komandi sunnukvøld Sum ein liður í fólkatónleikarastevnuni fara donsku Zenobia, turkiski Halil og føroysku Yggdrasil og Hvonn at halda konsert í Gøtu kirkju sunnukvøldið kl. 19.30.
Donsku Zenobia eru fyrst og fremst kendar fyri at íklæða gamlar danskar vísur og sálmar í nýggjan búna. Á nýggjastu fløguni eru sangir sum I østen stiger solen op, Sorrig og glæde, Nu falmer skoven, Sensommervise og aðrir vælkendir sangir. Tað eru tær tríggjar Louise Støjberg, sang, Mette Kathrine Jensen, harmonika, og Charlotte Støjberg, klaver, ið manna Zenobia. Tað var Mette Kathrine, ið stovnaði bólkin. Mette Katrine er uppvaksin við donskum traditionellum sangi, og dugdi stórt sæð alla fólkaskúlasangbókina uttanat sum 13 ára gomul, og tónleikurin hjá Zenobia er nógv ávirkaður av tí.
Halil úr Turkalandi spælir upp á UD, ið er eitt instrument sum kann sigast at verða eitt millumting ímillum mandolin og violin. Tónleikurin hann spælir, er turkiskur fólkatónleikur og nýggjur turkiskur kompositiónsmusikkur.
Okkara egnu Hvonn og Yggdrasil fara spæla perlur úr teirra savni.
Alt í alt ein konsert har tú kanst uppliva vælkendan fólkatónleik úr Føroyum og Danmark og eksotiskar tónar úr Turkalandi, siga fyrireikarar.










