Fólkatónleikarabólkurin "The Rabbits"

Í samband við 60-ara vikuskiftið hava vit hesaferð valt at taka eina mynd av einum fólkatónleikarabólki frá 60-unum

Fólkatónleikarabólkurin "The Rabbits" varð stovnaður í 1966. Nakrar útskiftingar vóru í bólkinum upp gjøgnum árini, og myndin vísir manningina í bólkinum árini 1966-67.

Tey eru: Petur Ove Petersen, Heri Kragesteen, Marius Joensen, Fróði Sandoy og Lív Dam .

The Rabbits var uttan iva best klingandi fólkatónleikarabólkur í Føroyum nakrantíð. Teirra tónleikur var fyri tað mesta at líkna við australska fólkatónleikarabólkin "The Seekers".

Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168.