Fólkastreymurin til Føroya setur met

Tað eru ongantíð flutt so nógv fólk til Føroya, sum tað gera nú. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at tann fyrsta august í ár búðu 51.258 fólk í Føroyum og tað eru 849 fólk fleiri, ella 1,7 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani. 

 

Orsøkin til vøksturin er, at tað eru 246 børn fleiri fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð. Men fremsta orsøkin er kortini, at tað flutti 603 fólk fleiri til Føroya enn tað fóru av landinum. Serliga er fólkatalið vaksið í juli mánaða, tá ið vit vórðu 200 føroyingar fleiri, men mett verður, at einir tríggir fjórðingar fara burturavaftur í august, tá ið nógv fólk vanliga flytir av landinum, helst í lestrarørindum.

 Hagstovan sigur, at samstundis sum at talið á fólki, sum flytir úr Føroyum, er minkað nógv, er talið á teimum, sum flyta til Føroya, vaksið nógv. Ikki síðani 1980 eru so fá fólk flutt av landinum sum nú og hetta seinasta árið eru 1153 fólk flutt av landinum. 

 

Men verður fráflytingin sett upp ímóti fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni øll hesi 50 árini, vit yvirhøvur hava havt hagtøl fyri gongdina í fólkatalinum, sigur Hagstovan.

 

Meðan fráflytingin hevur verið lítil nú í fimm ár á rað, veksur hinvegin tilflytingin framvegis og tilsamans hevur nettotilflytingin ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga, sigur Hagstovan.

 

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini frá 2009 til 2013, er fráflytingin nú eini 600 fólk minni um árið og tilflytingin er eini 400 størri.