Íverksetan
Strategibólkurin fyri íverksetan hevur sett orð á nøkur høvuðsmál í strembanini eftir at røkka sínum málum. Hesi eru 1) Íverksetanarhugburður, 2) Íverksetanarskipanir, 3) Fíggingarmøguleikar, 4) Skattaviðurskifti, 5) Greiðir lógarkarmar og reglur og 6) Smiglig almenn fyrisiting.
Bólkurin vísir á, at eitt fjøltáttað útbúgvingarverk skal verða ein virkin partur í at ala fram ein íverksetanarhugburð í føroyska samfelagnum.
- Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis, sum íverksetarin tekur váða á seg, skulu útlitini til at vinna pening verða góð.
Bólkurin sigur, at hugburðurin hjá fólkinum um íverksetan og íverksetarar ávirkar hugin at ganga hesar leiðir.
- Í summum londum verða fólk frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar, og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótarar og fyrimyndir fyri onnur.
Byrja í skúlanum
Tey halda, at skulu vit ala fram ein betri íverksetarahugburð í Føroyum, er ein eyðsýndur møguleiki at byrja í skúlaverkinum.
- Í fólkaskúlanum skulu næmingarnir læra at arbeiða meira skipað við nýskapan í øllum lærugreinum. Frálæran í tímunum skal broytast, soleiðis at hon fevnir um námsfrøðiligar hættir og teknikkir, sum stimbra og menna nýskapanarkunnleikan hjá fólkaskúlanæmingunum. Soleiðis skal í skúlanum verða lagdur dentur á íverksetan við verkætlanum, evnisdøgum og íverksetanarspølum ella við kappingum.
Mælt verður til, at lærarar í samband við sína útbúgving og eftirútbúgving skulu fáa frálæru í hættum, sum stimbra nýskapanarkunnleikan hjá næminginum.
- Praktiskur kunnleiki til at umseta hugskot til vinnuveg økir um møguleikarnar fyri, at tann einstaki byrjar egið virkið - og at virkið fer at bera seg. Frálæra í íverksetan gagnar eisini teimum ungu, sum ikki stovna egna fyritøku, men velja at arbeiða á eini verandi fyritøku.
Tí heldur strategibólkurin, at allir miðnámsskúlanæmingar skulu hava tilboð um frálæru í íverksetan.
Øll skulu samvirka
- Mentamálaráðið skal arbeiða fyri, at lærarar á miðnámsskúlunum fáa neyðugu eftirútbúgvingina. Í komandi broytingum í lógum og kunngerðum skal standa, at miðnámsskúlin er við til at menna íverksetanarkunnleikan hjá næminginum.
Bólkurin sigur, at vinnumálaráðið skal virka fyri, at nýggi vinnuframastovnurin, sum eitt nú skal birta upp undir íverksetan, skal skipa fyri árligum íverksetanarskeiðum.
- Her skulu íverksetarar við simuleraðum dømum kunna royna seg sjálvar við at stovna og reka egna fyritøku.
Nýggi vinnuframastovnurin, Vinnuhúsið, miðnámsskúlar og hægri lærustovnar, eitt nú Vinnuháskúlin, eiga at stovna netverk, ið skulu bjóða næmingum og lesandi útbúgvingartilboð í íverksetan.
- Umframt hetta skal nýggi vinnuframastovnurin saman við Mentamálaráðnum virka fyri, at neyðug eftirútbúgvingartilboð eru til lærarar, sum undirvísa í hesum skúlum, sigur strategibólkurin fyri íverksetan.