So sat eg har og hugdi at einum ógvuliga rokutum bólki. Tilfeingið var í ymsum aldri, ymiskt í stødd og ymiskt var hvussu tey fylgdu við í aktuellu støðuni. Satt at siga ivaðist eg í, hvussu stórur partur mundi vita hvat gekk fyri seg. Onkur reikaði frá stóli til stól, onkur prátaði um leyst og fast og mín sann um ikki onkur prátaði í fartelefon.
Eitt er vist, órógvar fartelefonin mína undirvísing, so skulu foreldrini heinta telefonina hjá skúlastjóranum. Men her var ikki talan um skúlaflokk við næmingum við serligum tørvi. Nei. Løgtingslimir høvdu fólkaskúlan á dagsskrá og hetta fekk eg burturúr…
Jalig hugsan
Tó at fáir tinglimir sýntust at lurta, so vóru nógv framsøgufólk, ið høvdu gott at bera fólkaskúlanum – bæði í góðum røðum og í konstruktivum viðmerkingum. Onkur hevði á orði, at peningur skuldi játtast eftir tí tørvi mettur var at betra skúlan. Onkur annar var hóvligari og helt at peningur skuldi játtast so líðandi: 2 milliónir nú, 2 milliónir seinni o.s.fr.
Eisini í prátinum um fleiri tímar til innskúlingina, sýntist at undirtøka var, tað var eins og vit sjálvsagt skuldu lata næmingar verða eins leingi í skúla og børnini í grannalondunum. Skilti hugburðin nakað soleiðis, at flestu børnini vóru á stovni stóran part av degnum, tí var tað so líkatil at lata tey verða meira í skúla. Mær dámdi eisini væl, at møguleikin fyri samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar var nevndur.
Tó helt eg tað vera harmiligt, at politikkarar vildu hava foreldrini at kunna fylgja skúlagongdini og taka ábyrgdina á seg - at fylgja við, at børnini fingu góða undirvísing – samstundis sum politikkarar vildu hava børnini longri í skúla, tí annars sótu tey bert frammanfyri teldu í fríløtuni. Hvar er tá álitið á foreldrini? Kunnu vit heldur leggja størri part av starvinum hjá læraranum til at røkja samstarvið millum heim og skúla og harvið í dialogi lætta foreldrunum um møguleikan at fylgja gongdini og stimbra barninum?
Politikkur og ítøkilig tiltøk
Eins og løgtingsmaður nevndi, so hevði verið áhugavert at sæð ítøkilig tiltøk nú vit hava PISA-kanning og nógv prát um átøk, ið kunnu styrkja fólkaskúlan. Eisini hevði verið áhugavert at sæð ítøkilig tiltøk, tó at tey kosta. Tað eru ikki nógvir trupulleikar, ið verða loystir við teimum fíggjarligu kørmum fólkaskúlin hevur nú.
Mentamálaráðharrin hevur fingið greiðar framløgur og viðmerkingar, ið – um politikkarar meintu tað sagt varð – eru grund undir at seta ynski fram um milliónaupphæddir her og nú.
Okkurt at raðfesta fremst
Sum ein fylgja eftir øll tey frálíku tiltøkini strategi-bólkurin nevnir, hevur tað verið róð framundir at tað ikki ber til at seta alt í verk og tí skulu politikkarar velja ávís tiltøk, ið eiga at verða raðfest frammalaga.
Men eftir orðaskiftinum í dag, er týðiligt at nógvir politikkarar eru greiðir um, at skulu vit styrkja fólkaskúlan, er ikki nóg mikið bert at fokusera á nøkur fá øki og heldur ikki bert á tey, ið verða mett einki at kosta.
Kt
Eitt, ið eg – sum formaður í kt-varðafelagnum – ynski at leggja fram her, er kt-økið. Gamaní eru íløgur gjørdar í amboð og ávísa eftirútbúgving, men vit eru langt frá komin á mál.
Í práti um kt og serliga um farteldur, hevur ofta verið prátað um, at hvør næmingur skal halda á sínari farteldu. Men til hvørja nyttu, tá ið næmingar duga betri at nýta teldu enn lærarin? Tó at eg haldi, at næmingurin eigur munin í nógvum spølum, so eri eg fullvísur í, at nógvir lærarar duga betri at nýta telduna á skynsaman hátt í skúlahøpi – vit hava námsfrøðiligu útbúgvingina!
Kt er stórt/breitt øki, í stórari menning, og tí er tørvur á skeiðum og eftirútbúgving, eins væl og tørvur er á at lata hvønn einasta lærara fáa sína farteldu um talan skal vera um at kt verður nátúrligur partur í fólkaskúlanum.
Við ynskjum um góðan fólkaskúla – øllum at frama










