Fólkaskúlin fyllir nógv

Eitt sindur óvæntað valdi Sambandsflokkurin bert at seta menn út í Tinganes, hóast Rósa Samuelsen hevur staðið seg sera væl sum almannamálaráðharri, ið sum kunnugt er størsta og tyngsta málsøkið

Í staðin fyri Rósu Samuelsen varð Bjørn Kalsø valdur fram um, men tað var semja um hett aí flokkinum.
- Eg veit ikki um eg varð valdur fram um nakran, men nú fingu vit so mentamál at umsita, og vit vóru rímiliga samd um, at eg skuldi verða tann, ið skuldi umboða flokkin í mentamálum, sigur Bjørn Kalsø.
Fólkaskúlin og PISA-kanningar hava fylt nógv í almenna kjakinum, og tað er eisini eitt øki, sum Bjørn Kalsø skal umsita.
- Fólkaskúlin er ein ógvuliga týdningarmikil partur í okkara samfelag, og tað er týdningarmikið, at skúlin hevur góðar karmar at virka undir. Eg fari at seta meg væl inn í viðurskiftini á økinum, og at virka fyri, at næmingarnir fáa tær umstøður og tær avbjóðingar, sum kunnu lyfta skúlan á eitt støði, sum vit ølle ru nøgd við, sigur Bjørn Kalsø.
Eitt annað av mongum økjum undir Mentamálaráðnum er ítrótturin, og hann skal sambært samgonguskjalinum fáa bestu karmar at virka undir.
- Nú er alt so ógvuliga nýtt, so eg kann ikki koma inn á smálutir her og nú, men ítrótturin er ein ógvuliga stórur partur av okkara frítíðar áhugamálum, og vit hava eisini nógv ógvuliga dugnalig ítróttafólk, sum eru komin rættiliga langt. So tað er eitt mál, sum samgongan ætlar at raðfesta, sigur Bjørn Kalsø.
Mentamál røkka breitt og umfata bæði list, skúla, ítrótt og fólkakirkjan liggur eisini undir Mentamálaráðnum.
- Samgonguskjalið gongur í stóran mun út upp á at fáa búskapin aftur á beint, og tað inniber eisini, at mentanin skal hava bestu karmar at virka undir, tí mentanin skal eisini kunna byggja undir okkara inntøkumøguleikar frameftir, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at fíggjarligu karmarnir sjálvandi eru avmarkaðir, men nú verður farið undir at smíða nýggja fíggjarlóg og so fer tað at vísa seg, hvussu nógv verður til mentanina.
- Nú havi eg royndir frá landsstýrinum, tó at tað var eitt annað málsøki. Men hóast tað, eru tær royndirnar góðar at hava í viðførinum, nú eg aftur eri komin í landsstýrið, sigur Bjørn Kalsø.