Tey skulu ikki
bara læra
tvey pluss tvey
s fyri k
fakligan førleika
men eisini
holdningar
sosial fyrilit
grundleggjandi samfelagsligan førleika
rætt og skeivt
hvussu ber tað tá til
at ein næmingur
kann siga
reyvarhol
fuck you
beinleiðis
við lærararn
uttan fylgjur
hvussu ber tað til
at minnilutin
kann terrorisera
meirilutan
uttan fylgjur
í áravís…
hvussu ber tað til
at skúlin
skal undirvísa
í einari destruktivari
samfelagsmekanismu
ið eitur
væntandi konsekvensur…
- og at mann heldur
at tað verður uttan fylgjur…
Pisa er kíkað skrátt
í rangastrúpan
fremstufingrarnir eru stirðnaðir
skrátt upp
í ákærandi skaðafrøði
í einum fáfongdum
fjálturstungnum
herðindi
tyrva vit trupulleikan
við lønarsamráðingum
bachelor útbúgving
IT førleika
talgildum talvum
tá verður alt betri
og vit kunnu pleasa Pisa
- um ikki annað…
góðan dagin maður
øksaskaft
Men næmingar
ið eru førarahundar heima
bjóða náttúrliga
tí samfelassetta førarahundinum
í flokkinum av
- og hann kann bera snella
sítt tannleysa goyggj
tí at samfelagið
hevur trekt alla tennirnar út…
- og so verður spurt hví…!