Fólkaskúlin aftur politisk kastibløka

Antin mugu fleiri pengar játtast til fólkaskúlan, ella mugu vit hava ein skúla, sum passar til pengapungin

Turið Kjølbro


- Tað er ótolandi hjá øllum, at skúlarnir ikki fáa at vita, hvussu nógvar tímar teir hava at ráða yvir fyrr enn 14. juni. Hevði tað verið rætt, skuldu bæði lærugreinabýtið og skemaið alt verið klárt, nú seinasta vikan í skúlaárinum er byrjað. Úrslitið er, at skúlaleiðslurnar og tey, sum hjálpa teimum við tímatalvunum, nú mugu arbeiða um náttina eisini fyri at fáa alt liðugt, so skúlarnir kunnu virka eftir summarfrítíðina. Boðini um ta skerdu eftirútbúgvingina hjálptu heldur ikki upp á støðuna. Hetta sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, í oddagrein í Skúlablaðnum sum júst er komið út.

- Limir Føroya Lærarafelags eru fúsir at útfylla fólkaskúlakarmin, men tá krevst, at arbeiðs- og lønarumstøður eru í lagi. Vit arbeiða ikki við nýggjum lærugreinum og nýggjum arbeiðshættum, uttan at vit fáa umstøður, eftirútbúgving og gjald fyri hetta.


Inntøka fyri landið

- Føroya Lærarafelag minnir myndugleikarnar á, at enn eru lærararnir í føroyska fólkaskúlanum tað reina gull fyri landið. Sum er, fáa teir flestu 55% av lønini úr Danmark, hini 45% fáa vit úr landskassanum, og tey fara so singlandi aftur í landskassan í skatti. Teir eftirløntu lærararnir fáa 80% úr blokkinum og bara 20% úr landskassanum, og teir gjalda fullan skatt til landskassan av síni eftirløn. So vit eru ein sonn inntøka fyri Føroya land.

- Hóast hetta hanga starvs- og lønarviðurskifti okkara ikki saman. Vit hava tveir arbeiðagevarar. Annar leggur arbeiði á okkum. Hesi seinastu árini hava vit fingið nógv eyka arbeiði, og meira er í væntu sambært skúlalógini. Hin arbeiðsgevarin skal gjalda okkum løn og bara tað. Vísa vit tí gjaldandi arbeiðsgevaranum á, at vit mugu hava meira í løn ella meira tíð fyri at klára tær eyka uppgávurnar, sum verða lagdar á okkum, sigur hann, at hatta hevur hann onki at gera við. Hann skal bara gjalda og annars syrgja fyri, at fólkaskúlalærararnir vera innan fyri sama lønarkarm, sum øll hini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur onki at gera við tað eyka arbeiðið, og hevur ongar pengar til hetta.

Nevndin í Føroya Lærarafelag var fyri nøkrum døgum síðani á fundi við landsstýrismenninar í undirvísingarmálum og fíggjarmálum. Og sum skilst var fundurin góður, og landsstýrismenninir fingu greiði á, at arbeiðsviðurskiftini undir nýggju fólkaskúlalógini samsvara ikki við peningajáttanina.

- Vit vístu á, at bara tvær loysnir eru møguligar. Antin mugu fleiri pengar játtast til fólkaskúlan, ella mugu vit hava ein skúla, sum passar til pengapungin, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag at enda í oddagreinini.