Eftir tað vánaliga PISA úrslitið eru fleiri tiltøk framd fólkaskúlanum til bata, m.a. fleiri tímar til innskúlingina, tvítíma o.a.
Lærarar eru og útbúgva seg á serøkjum samstundis sum nýtt tilfar verður framleitt.
Sjálvt um nakað av játtanini er tikin innaftur, eri eg ivaleysur í, at vit fara at ganga fram á í komandi PISA kanningum.
Til várs er fyrsta ítøkiliga betrandi tiltakið í fólkaskúlanum komið til sína roynd í PISA. Tey, ið fara til PISA hava verið til landsroynd í 6.fl. Øll undanfarin framstig í PISA eru komin, tí vit eru byrjað at hugsa um betri skúla.
Um eg komi inn á ting vil, eg arbeiða fyri, at:
Tað sum verður spart við samanleggingum og rationaliseringum í skúlaverkinum verður brúkt til at betra um skúlan.
Útoyggjarnar varveita sín skúla.
Játtanin fylgir skúlabarninum, um vit ikki fáa størri eindir rímiliga skjótt.
Arbeitt verður fyri at fáa allar fólkaskúlalærarar á BA støði.
So javnt millum føroyingar Føroyar