Fólkaskúlanum tørvar íløgur

Er føroyski fólkaskúlin fyrireikaður at menna komandi ættarlið til tilveruna og arbeiðslívið í framtíðar samfelagnum? Eg loyvi mær at ivast, skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagrein í Skúlablaðnum.

 

Vit liva í talgilda heiminum, og framtíðin kemur at geva bæði næmingunum og lærarunum fleiri talgildar møguleikar, eins og avbjóðingar. Á talgildu leiðini hevur fólkaskúlin onga kós.

 

Eitt fet rætta vegin í fólkaskúlanum eru serstovurnar. Fleiri lærarar, næmingar og foreldur eru glað fyri tað tilboð, ið barnið við serligum tørvi hevur fingið í serstovuni. Men fyri at fáa hesa skipan at virka á nøktandi hátt, so krevst starvsfólk við serkunnleika. Skúlanum vantar serútbúgvið starvsfólk til serstovurnar at taka sær av næmingunum við serligum tørvi. Ein íløga má gerast í fólkaskúlan at serútbúgva lærarar til at taka sær av skúlatilboðnum hjá næmingunum, sum treingja til størstu hjálpina, skrivar formaður Føroya Lærarafelags millum annað.

Tað eru gjørdar nakrar íløgur í fólkaskúlanum at geva lærarum serkunnleika. Nevnast kunnu serlærarar, orðblindalærarar, lesivegleiðarar og støddfrøðivegleiðarar. Men felags fyri hesi útbúnu er, at tey bara brúka sína vitan í ein lítlan part av sínari arbeiðstíð. Tí fáa tey ov fáar royndir við sínum serøki, og fólkaskúlin fær ov lítla nyttu burtur úr íløguni. Hetta kann samanberast vit, at eitt reiðarí ger íløgu í eitt nýtt skip fyra at leggja tað við bryggju, og tað er eingin íløga, skrivar Jacob Eli S. Olsen  millum annað.

 

Oddagrein sæst í fullari longd í Skúlablaðnum og á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, www.skulabladid.fo/