Fólkaskúla næmingar kunna taka Nótakoyrikort

Nótakoyrikortið er nýtt undirvísingartilfarð til næmingar, soleiðis at tað gerst lættari fyri næmingar at læra nótar. Í frálæruni verður keyboard brúkt, keyboardi hevur 5 oktavir, sum næmingarnir læra at spæla á. Fyri at fáa Nótakoyrikort 1, skula næmingar spæla tey løg, sum hoyra til koyrikortið. Afturat hesum skula næmingar læra teori, vísa teir duga tónainterval, og vísa at teir hava roynt at syngja. Sama verður galdandi fyri Nótakoyrikort 2 og 3, tá tað kemur út. Tað er Jens Mortan Mortensen, sum hevur gjørt Nótakoyrikortið. 

 

 

 

- Tað sum er komi út nú, er Nótakoyrikort 1, nótakoyrikort 2 og 3 koma seinni, sigur Jens Mortan Mortensen. Í Nótakoyrikortinum er ein netbók, lesiundirløg, nótakortspæl, tekna nótar, og leinkjur til sangirnar, sum eggja verður til at læra. 

 

 

 

- Tað eru fleiri staðni man undirvísir í tónleiki í Føroyum, tí gerst tað ein fyrimunur at tilfarð sum Nótakoyrikortið er tøkt til næmingar, sigur Jens Mortan Mortensen. 

 

 

 

 

Tónleikur er ein kravd lærugrein í fólkaskúlanum, har endamálsorðingin er ógvuliga ávís tá tað kemur til hvat næmingarnir skula læra. Tó hava vit eisini møguleika at hava tónleik í framhaldsdeild, miðnámsskúlanum, kvøldskúlanum, og á musikskúlanum. 

 

 

 

 

 

- Málbólkurin er ógvuliga breiður tá tað kemur til Nótakoyrikortið, tað eru fleiri fyrimunir av at nýta tað. Men í løtuni er ætlanin at røkka út til fólkaskúlarnir, tað er umráðandi at lærarin dugur Nótakoyrikortið soleiðis at hann kann læra næmingarnir, sigur Jens Mortan Mortensen.

 

 

 

 

 

Nótakoyrikortið er ætla næmingum í 3, 4 ella 5 flokki, koyrikortið miðjar ímóti, at allir næmingar í fólkaskúlanum læra at lesa nótar. Nótakoyrikortið virkar eisini sum ein motorisk venjing, soleiðis at næmingar nýta hendur, oyru og eygu samstundis, hetta verður gjørt við at spæla tónleik, lurta eftir tónunum, og lesa nótarnir. 

 

 

 

 

 

- Vit hava prøva at brúkt Nótakoyrikortið í undirvísing á skúlanum í Hvalba. Vit sóðu at tað væl ber til at tillaga læruháttin soleiðis at hann passar til tørvin hjá næmingum, sigur Jens Mortan Mortensen. 

 

 

 

 

 

 

Jens Mortan Mortensen spælur nakrar nótar, og syngur nótarnir, soleiðis at hvør tóni er bundin til nótan. Hann sigur at hetta er ein stuttligur máti at læra uppá, og tú fært sett samband millum tóna og nóta lættari.

 

 

 

 

Við Nótakoyrikortinum eru eisini kvæði, av tí at tað er ein so stórur og umráðandi partur av okkara mentan, var tað umráðandi fyri Jens Mortan Mortensen at fáa við, soleiðis at man eisini kundi læra seg tað. 

 

 

 

 

 

Til ber at taka niður og lesa meira um Nótakoyrikortið her.