“Um tú miðar eftir ongum, so ert tú vísur í at raka rætt”. Soleiðis sigur eitt enskt orðatak. Og tað kundi verið smíðað til politikkin hjá endurskaptu ABC-samgonguni í Føroyum. Og dapra úrslitið av miðloysinum og ábyrgdarloysinum er eisini víst: Tú rakar onga framtíð, men alt, sum er bygt upp og hevur varðandi virði, brýtist spakuliga niður. Spurningurin er bert, um tað eydnast at rura fólk í blund, so at fólk missa alt álit á eitt veruligt fólkaræðið í Føroyum, og heldur vilja hava eitt annað fólk og eina stjórn, sum vit ikki hava valt, at taka avgerðirnar fyri okkum.
Veruleikin um fyrru ABC-samgonguna
Undanfarna ABC-samgonga niðurbræddi búskapin og fíggjarligu ábyrgdina. Hon megnaði uppá bert 4 ár at tøma landskassan, oysa óneyðugar skattalættar út til tey vælbjargaðu, sleppa øllum avtalum við kommunurnar og sleppa øllum íløguætlanum. Hevði fullveldismálið og málið um ein sjálvberandi búskap verið hildið, so høvdu landskassin og kommunurnar verið væl fyri í dag til at gjørt neyðugar íløgur, og bankarnir høvdu aldri farið út í sínar nýggju lánseksperiment.
Men øll mál vórðu slept. Studningur aftur veittur til vinnulívið. Landsstýrismenn brúktu í heimildarloysi meira enn 170 mió. krónur meira, enn tingið játtaði – og ongin veit, hvør hevur fingið tað betri av hesum pengum. Ongin vinnupolitikkur, sosialpolitikkur, umhvørvispolitikkur ella útbúgvingar- og mentanarpolitikkur varð førdur. Og útlendingamálini vórðu vavd í ein ellibita, hóast tørvurin á arbeiðsmegi vaks, orsakað av tí økta peningin, ið varð sprændur út í samfelagið.
Ein óheppin blanding
Tað løgna við politiska ABC-num er, at allir flokkar sjálvsagt hava fleiri góð mál og virðir í sínum skjøldri. Men blandingin fær ikki teir góðu partarnir fram hjá flokkunum, men heldur teir ringastu. Í ABC-samgonguni sleppur sambandsflokkurin sjálvt teirri konservativt kjølfestu búskaparligu ábyrgdini, sum flokkurin hóast alt hevur átt í forum. Javnaðarflokkurin sleppur øllum hugsanum um samhaldsfesti og førir høgravendan politikk. Og Fólkaflokkurin sleppur øllum málum um fullveldi og rekur reinan sambandspolitikk.
Eftir stendur einans eitt stríð um vald, persónligar markeringar í ymsum spjaddum málum, og eitt opinlýst stríð millum teir seráhugabólkar, sum flokkarnir og teirra politikarar umboða.
Naggatódnin í seinnu ABC-samgonguni
Meira álvarsligt er, at søgan endurtekur seg. Endurskipaða ABC-samgongan hevur nú sitið í 7 mánaðir. Vit hava ongantíð havt størri tørv á politiskari broytingarmegi, greiðum málum og atgerðarfastleika. Men onki politiskt mál er komið frá landsstýrinum, uttan ein melding um at byggja kjarnorkuverk. (Hetta man vera einasta tjóð í heiminum, sum hóast hon hevur allar náttúrligar orkukeldur kring seg, tosar í álvara um at nýta hundraðtals milliónir uppá ein skipan, ið kann gera av við alla tjóðina í einum, um óhappið skuldi hent!)
Annars eru bert komin uppskot frá donsku stjórnini, ymsum seráhugabólkum innan vinnu og fiskivinnu (Smyril Line, fiskiveiðisamráðingar og kvotabýti) og teknisk uppskot frá embætisverkinum, sum lógu í Tinganesi áðrenn landsstýrið tók við.
ABC-samgongan hevur í fíggjarligu avbjóðingunum bert samtykt at skera niður hjá veikastu pensjónistunum, einkjum og einkjubørnum, á sosiala økinum hjá veikastu familjunum – og innan útbúgvingarøkið er tað spolað aftur, sum sett varð í verk undir CHE-samgonguni.
Atlantsflog drigið gjøgnum politiskt valdsspæl
Hvørji mál eru so á dagsskránni millum samgonguflokkarnar?
Í vikuvís hevur tjóðarflogfelag okkara verið endavent og álað sundur í fjølmiðlunum – orsakað av landsstýrisflokkunum. Einasti politiski spurningurin eigur at vera, um landsstýrismaðurin røkir áhugamálini hjá landinum og situr fyri sínum málsøki á fullgóðan hátt. Er illgruni um, at landsstýrismaðurin ikki ger tað, so má løgmaður kanna embætisførslu hansara – ella tingið má gera tað og reisa møguligt misálit. Men heldur enn at gera eina greiða niðurstøðu um tað, so felagið ikki verður skatt óneyðugt, tykist tað góðtikið, at politisku flokkarnir sita handan stongdar dyr og sjussa seg fram til onkran rossahandil. Man úrslitið ikki verða, at landsstýrismaðurin onkusvegna við góðkenning frá Fólkaflokkinum velur onkrar nevndarlimir, so at javnvág verður millum seráhugamál flokkanna og tey hjá privatu partaeigarunum?
Í øllum meldrinum verður gloymt, at landsstýrisfólk skulu taka sakligar og grundgivnar avgerðir, og at tey standa til svars fyri sínum avgerðum. Men hvar fer ábyrgdin, tá samgonguflokkarnir sita og handla slík mál sínamillum? Hvør kann nú setast til svars – og hvar eru avgerðirnar skjalfestar, so tær kunnu eftirkannast?
Svartkjaftabýtið ein fólkaræðislig skandala
Hitt málið, sum hevur myndað ABC-samgonguna í almenninginum, er svartkjaftabýtið. Eftir okkara meting í Tjóðveldi, er talan um eitt sera álvarsligt mál, sum í framtíðarvirði snýr seg um millardir av krónum av einum tilfeingi, ið vit øll eiga.
Landsstýrismaðurin hevur fyrst avreitt ein alt ov stóran part av tilfeinginum (bæði svartkjaft og makrel) í samráðingunum við Russland og Noreg, tí hann nærum bert hevur miðað eftir at tryggja kvotur hjá flakatrolarunum í Barentshavinum – bæði russisku og norsku megin.
Síðani fer hann av sínum eintingum at luta út ta nógv skerdu svartkjaftakvotuna (sum fyrr var felagskvota hjá skipunum) í eginkvotur til skip og reiðarí. Og hann velur at gera eina frymil, har skip og loyvir, ið eru komin inn í flotan uppá løgnar mátar, telja við – ogenntá hava summi fyrr fingið pening frá landinum fyri at fara úr flotanum.
Privatisering av almennum tilfeingi
Tað, sum landsstýrismaðurin ger, svarar til, at hann sat og býtti út alla landsjørðini í Suðuroy ella í Norðoyggjum út til ávísar bøndur at eiga. Og sjálvsagt eiga slíkar prinsipiellar avgerðir, sum flyta ovurstór felags virði á privatar hendur, at fáa eina prinsippiella viðgerð í Løgtinginum og í almenninginum.
Tjóðveldi vil tildømis, at kvoturnar verða bodnar út í einari almennari tilfeingisbúð fyri stutt tíðarskeið ísenn, so at ongin kann eiga tær, og at kvoturnar eftir hvørt tíðarskeið fella aftur til landið, sum so bjóðar tær út aftur. Tey reiðarí, ið reka skilagóða vinnu og veruliga gagnnýta kvotuna sleppa sostatt altíð framat í kappingini, og eitt møguligt eykavirði fellur til landið – og ikki til privat, ið fara úr vinnuni.
Bluffið hjá Javnaðarflokkinum
Men hvat hendir? Jú, samgonguflokkarnir hava sitið á einum landsstýrisfundi og góðkent hesa ovurstóru prinsippiellu avgerð. Eisini Javnaðarflokkurin. Men nú vaknar Javnaðarflokkurin við kaldan dreym, tí andstøðan ger vart við seg, og tí at fólk í baklandinum vakna og hótta.
Og aftur sita samgonguflokkanir handan stongdar dyr og siga opinlýst, at nú skulu kvotur býtast og avgerðir takast í einum partapolitiskum power-play.
Út kemur Javnaðarflokkurin og roynir at bluffa sínar veljarar við at siga, at nakað er broytt. Men avgerðin hjá landsstýrismanninum stendur við. Hann hevur bert lovað at endurskoða býtið saman við vinnuni næsta ár – og tey reiðarí, sum eru nøgd við býtið, eru jú í meiriluta. Og vil Javnaðarflokkurin billa fólki inn, at rættindini verða drigin innaftur, sum eitt reiðarí hevur fingið pappír uppá sum eginkvotu?
Landsstýrismaðurin og tey áhugamál, hann arbeiðir fyri, standa í veruleikanum nógv sterkari nú. Ikki bert stendur útlutingin hjá landsstýrismanninum í eginkvotur við. Nú hevur Javnaðarflokkurin eisini alment góðkent tað, og hvør hevur nú ábyrgdina, tá avleiðingarnar fara at síggjast komandi árini?
Eisini her átti fólkaræðisliga og ábyrgdarmannagongdin at verið, at um ein landsstýrismaður ikki fyrisitur á fullgóðan hátt, so skal løgmaður traðka til – ella tingið má reisa misálit. Men Javnaðarflokkurin og Løgmaður sita sjálvir og hava góðkent framferðina, so móti hvørjum skal misálitið reisast?
Rot og líkasæla í fólkaræðinum
Og løgmaður, sum hevur evstu ábyrgdina av øllum hesum, sleppur glaður at tosa um stabilitet og at hann gleðist um, at flokkarnir tosa saman. Sjálvt kritisk fjølmiðlafólk mugu geva upp at fáa nakra meining burturúr tosinum hjá ovastu leiðslu landsins.
Talan er sostatt um eina miðvísa niðurbræðing í fólkaræðinum, har dýrabær samfelagsvirði máast burtur. Og tað ringasta er, at ein líkasæla og andstygd fyri politikki, vindur uppá seg, sum bert gagnar teimum somu flokkum og politisku kreftum, sum ynskja at varðveita støðuna sum hon er.
Tí var tað kærkomið, at lesandi og ungmannafeløg gera vart við seg um skerjingarnar á Setrinum og fáa greiðar og prinsippiellar røður og boðskapir fram. Tað einasta, ið kann forða niðurbræðingini er, at fólk gera vart við seg og siga “nú er nóg mikið”.
Vit í andstøðuni hava skyldu at rópa varskó og leggja okkara alternativu uppskot fram. Tað er eisini gjørt við greiðum uppskotum um grundleggjandi broytingar og framtíðarkós á øllum samfelagsøkjum. Men hesi uppskot drukna í viðgerðunum av rossahandlum samgongunnar. Og samgongufólk nýta alla orku í miðlununum at leggja eftir andstøðuni (!) Hóast teir hava havt meirilutan og valdið í nærum 5 ár, hava teir ongi politisk mál at leggja fram og verja, men nýta orkuna til at leggja eftir andstøðuni og at leggja alla ábyrgd av samfelagsgongdini frá sær.
Enn eitt týðiligt tekin um, at rot er í fólkaræðisligu skipanini.
Olof Palme lýsti vandarnar
Tá ið fyrsta ABC-samgongan tók við í 2004, gjørdust samgongufólk heldur firtin um, at eg í tinginum nýtti høvi at sitera Olof Palme, sála. Kortini loyva eg mær at gera tað aftur, tí eg haldi, at sjón er gingin fyri søgn. Palme segði:
“Tær søguligu royndirnar vísa okkum týðiliga, at í somu stund teir sonevndu “praktisku” menninir vísa hugsjónum og hugflogi burtur frá politiska pallinum, tá er leiðin løgd fyri einum forfalli í fólkaræðinum.”