Hergeir Nielsen
································
Verju- og trygdarmál eru undir donskum málsræði, og løgtingið hevur einki innlit havt í hesi viðurskifti farnu hálvu øldina.
Undir viðgerðini av løgtingsmálinum um verju- og trygdarpolitikk Føroya noktaði samgongan løgtinginum alt innlit í hetta mál, og svaraði ongum settum spurningi.
Sostatt bendir einki á, at tingið fær nakað innlit framyvir heldur, og hevur givið alla hugsandi ávirkan frá sær til løgmann at sita á.
-Undir nevndarviðgerðini varð biðið um at fáa orð á løgmann, men sýtt varð fyri hesum.
-Biðið varð um at fáa nærri kunnleika um ARRC og Partnership for Peace, men sýtt varð hesum.
-Biðið varð um at síggja svarskriv frá danska verjumálaráðnum til fyrispurning løgmans um avtøkuna av donsku verjuni í føroyskum sjó-, land- og loftøki, men sýtt varð fyri hesum.
Biðið varð um at fáa innlit í íslendsku og grønlendsku skipanina fyri samstarvi við NATO, men sýtt varð fyri hesum.
-Biðið varð um at fáa kunning um verjuskipan-ina fyri Orknoy- og Hetlandsoyggjarnar, men sýtt varð fyri hesum.
-Biðið varð um at innkalla serkønar í stýrisskipanarviðurskiftum, sum kundu greiða frá valdsbýtinum í trygdarmálum í breiðari høpi, men sýtt varð fyri hesum.
-Sóknast varð eftir, hví tað var so umráðandi hjá løgtinginum at geva frá sær samtyktir sínar í verju- og trygdarmálum, men einki svar fekst hesum viðvíkjandi.
-Sóknast varð eftir, hví tað hevði so stóran skund at avgreiða málið, men einki svar fekst hesum viðvíkjandi.
Biðið var um meiri tíð og høvi til at viðgera málið, men sýtt varð fyri hesum.
-Meirilutin hevði einki ynski um nakra nærri viðgerð ella um at kalla inn til nakra nevndarviðgerð.
Stórmálið um trygdarpolitikk Føroya hevur sostatt onga nevndarviðgerð fingið, og teir sum ætla sær innlit og ávirkan frá øðrum. noktað sínum egnum somu møguleikar.
Málið kundi eins væl veri farið beinleiðis til aðru viðgerð uttan nevndarviðgerð.
Vit harmast sjálvsagt hesi burturav ódemokrat-isku viðuskifti, ið hava tikið seg upp á tingi, har noktað verður einum minnluta innlit og ávirkan undir einari málsviðgerð.
Nevndararbeiðið er lagt lamið, fólkaræðið er skúgvað til síðis og Føroyar eru vorðnar ein enn meiri skerdur fuglur sum demokratiskt samfelag.
Tingskipanin
Tingskipan okkara sigur annars, at:
-»tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt, og
-tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmiðini hjá nevndarlimunum eru lýst til fulnar, og allar upplýsingar fingnar til vega, verður álit skrivað.«
Føgur orð um fólkaræði okkara, mugu hesar ásetingar í tingskipanini sigast at vera, men syndarliga illa verður farið um hetta ræðið fólksins.
Leiðslan í sambandsflokkurin lá oman á málin-um í samfullar 3 vikur, áðrenn tað varð sett á dags-skrá, og eftir formansskifti í nevndini avgreiddi nývaldi formaðurin málið eftir lítlari løtu.
Málið er risastórt og allar royndir áttu at veri gjørdar fyri at fingið eina breiða semju um nakað so grundleggjandi, sum trygd okkara her í Norðurhøvum.
Men nei, soleiðis skuldi ikki vera.
Sambandsflokkurin noktaði einum minniluta innlit í eitt mál, sum løgtingið hevði beint til viðgerðar í uttanlandsnevndini, har sjónarmiðini hjá nevndarlimunum skuldu lýsast til fulnar, og har allar upplýsingar skuldu fáast til vega, áðrenn álit kundi skrivast sambært tingskipanini.
Ein long røð av sjónarmiðum, sum vit vildu hava lýst nærri, varð borin fram, men noktað varð fyri, at vit fingu lýst hesi.
Eisini bóðu vit um at kalla inn eina langa røð av fólki, sum kundu lýst hetta mál nærri, men ikki eitt einasta eitt av ynskjum okkara varð gingið á møti.
Ikki so frægt at teir hirdu okkum høvið til at hitta løgmann á máli.
Meirilutin sjálvur helt seg ikki so frægt sum til at skriva álit heldur, men avritaði beinleiðis tað sum stóð í samgonguskjalinum um hetta mál.
Formaðurin og samgongumenn hansara høvdu ongan hug at viðgera nakað sum helst, men tað høvdu vit hinvegin góðan hug til, so sum tingskipanin eisini áleggur okkum tað.
Løgtingsnevndir
Fyri at styrkja um arbeiði sítt hevur løgtingð valt sær nevndir til at viðgera mál síni, men tað er ein farin tíð á okkara tingi.
Embætismenn í Tinganesi siga og skriva fólkavaldu umboðum okkara, hvat tey skula hugsa og gera, og tey fólkavaldu tora ikki at mukka.
Tjakið um verju- og trygdarpolitikk fyllir nógv í øllum grannalondum okkara, men her um okkara leiðir verður gamalt briksl kókað upp, og síðani verður lok lagt á.
Í grannalondum okkara verða semjur leitaðar upp millum allar flokkar á tingi, og eru hesar semjur galdandi eitt longri áramál fram í tíðina.
Soleiðs er tað ikki her hjá okkum.
Undir 1. viðgerð á tingi sprakk løgmaður sum trøll upp úr eskju og noktaði fyri einari breiðari § 25 nevnd, ið kundi mannast úr øllum flokkum á tingi.
Ikki talan um at draga út og órógva sær málsviðgerðina, segði løgmaður, og málið vísir seg at vera samtykt og niðurskrivað undir samgongusamráðingunum.
Eingin haki skuldi venda nakrari torvu, og eingin spaki skuldi venda nøkrum steini. Málið toldi ikki eina parlamentariska viðgerð hvørki á tingi ella í nevnd.
Flaggdagsálitið
Fyrra Flaggdagsálitið sigur ma., at:
-»á tingi skulu viðgerast øll landsins týðandi mál,
-á tingi fær fólkið rødd, og landið tekur støðu sína, og
-tingsins ávirkan og semjusøkjan eru bygd á nevndararbeiði.«
Hetta álit er ikki borðbært í okkara tíð og hóvar ikki okkara ódemokratisku samfelagsskipan.
Her um okkara leiðir valdar myrkur og trongskygni, og órættur og ódemokratisk viðurskifti hava fest røtur.
Samgongufólk hava úr at gera við at laga garð um ríkiseindina, meðan tey traðka undir føti tingskipan, stýrisskipan og flaggdagsálit okkara.
Upp ímóti hesum órætti mæltu vit til at samtykkja, at:
-»Løgtingið og landsstýrið eru umboð Føroya fólks í øllum lutum, og eru tað bert hesi, ið kunnu taka avgerð vegna føroysku tjóðina í trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum.«
At lata løgtingið fáa ræði yvir okkara verju- og trygdarviðurskiftum ræddist samgongan sum heitan brand og atkvøddi sum ein maður ímóti hesum uppskoti.
Vit hava jú verið kanónføði í hálva øld, so hví ikki halda stásið við líka eina tíð enn, er galdandi hugburður á tingi í dag.