Fólkaræðið ? fólkavald umboð

    

Beinta í Jákupsstovu
?????????????

Okkara fólkaræði er bygt á fólkavald umboð. Til ber at hugsa sær skipanir, har øll taka lut í stýringini av samfelagnum, sum í gamla Aten. Almenn semja man kortini vera um at halda okkum til eina skipan, har nøkur verða vald burtur úr at umboða fjøldina á tingi. Ósemjurnar snúgva seg um, hvussu útveljingin skal fara fram, hvussu valskipanin skal vera: Hvussu skulu Løgting, bý- og bygdaráð mannast? Eg skal her í stuttum vísa á nakrar teoretiskar útgreiningar og nøkur empirisk dømi frá valgransking.

Vanligt er at skilja millum politiska umboðan sum antin actual ella virtual. Actual merkir, at tann fólkavaldi er beinleiðis umboð fyri ein bólk. Tað kann t.d. vera ein bóndi frá einari útoyggj, ella ein, sum situr í rullistóli, sum verður valdur til at vera talsmaður fyri sín bólk. Við hvørt verður sagt, at ting skulu vera spegilsmyndir av samfelagnum. Spurningurin verður tá, hvat ið skal speglast: Hvørjir eru teir bólkar, sum hava krav upp á umboð?

Tey, ið hella til hitt grundarlagið fyri politiskari umboðan, virtual representation, halda uppá, at tað ber til at umboða í fluttari merking. Summi siga t.d., at menn ofta umboða áhugamálini hjá kvinnum betri enn kvinnurnar sjálvar. Men munu ikki slíkir pástandir mangan skava út yvir politiskar mótsetningar og manglandi umboðan fyri summar bólkar? Hvussu hevði tað samsvara við vanliga hugsan hjá fólki, um vit søgdu, at havnarfólk væl kunnu umboða áhugamálini hjá útjaðaranum, tí tey hava ofta verið og ferðast á bygd? Kunnu gamlir tingmenn umboða ungdómin, tí teir einaferð hava verið ungir?

Tað er sera týdningarmikið, at fólk hava álit á fólkaræðinum. Tí mugu vit hava eina skipan fyri vali av umboðum, har flest øll kenna, at tey hava ávirkan, at teirra virði, hugsanir og áhugamál verða umboðað av teimum fólkavaldu. Hetta er ikki bara spurningur um matematikk, at umleið sama tal av atkvøðum er aftan fyri hvønn tinglimin. Tað er serliga ein spurningur um, hvørji valevni veljarin hevur at velja ímillum, og hvønn møguleika veljarin sær fyri at ávirka valið, so at tey, sum verða hildin at vera fræg umboð, koma inn á ting.

Fólk flest hava eina greiða fatan av, hvat tey ymisku valevnini standa fyri. Flokkskráirnar geva nokkso greiða ábending um hugsjónir um loysing ella samband, og um økonomiska stýringin eigur at vera vinstra- ella høgravend. Tað eru eisini flokkar, sum melda út um religiøsa hugsan. Har afturat vita veljararnir, ella halda seg vita, støðutakanina hjá tí einstaka valevninum: Summi hava sitið á tingið fyrr, og tá víst hvussu djúpt flokksskráin stingur. Tað kann t.d. koma fram í støðutakan til yvirtøkur. Slíkt sæst eisini aftur í støðutakan til búskaparpolitiskar spurningar, t.d. um Løgtingið skal stuðla teimum veiku í samfelagnum gjøgnum ein fordeilingspolitikk, ella heldur royna at stimbra privata vinnulívinum, og tann vegin kanska seta ferð á búskapin. Fólk vita eisini, hvørji valevni, sum eru í brøðrasamkomuni og hvørji eru heimamissiónsfólk, hóast tey standa á listum saman við fólkum, sum sjáldan fara í kirkju. Og so er tað slagið: Tað er óiva stórur loyalitetur í summum familjum til ein flokk. Hin vegin kann tað hugsast at eitt valevni, sum kanska ikki umboðar allar tær hugsanir, sum fólk flest forvænta av teimum í tí familjuni, kann hava trupult við at fáa sín boðskap fram í einum politiskum kjaki. Fólk hoyra tað, tey vænta at hoyra.

Tað eru djúp gil millum bólkar í føroyska samfelagnum. Kanska summi gil eru vorðin lættari at fara yvir um seinastu árini, kanska tað eru vorðið einfaldari at vera politiskt umboð fyri fleiri bólkar í senn. Men samanum tikið kunnu vit vísa á umleið somu spenningar í føroyska samfelagnum, sum vit m.a. finna í tí norska. Og hugsandi er, at hetta sæst aftur í, hvørji umboð, sum verða vald á ting:

<sum$?$end$!$ Geografi: Lokalpatriotisman er sterk. Hvør vil hava umboð fyri sína bygd.<BR><sum$?$end$!$ Religón: Kirkjufólk mótvegis heimamissión mótvegis brøðrasamkomu mótvegis ...<BR><sum$?$end$!$ Klassi, Starvsbólkar: Kanska hetta gevur ymisk útslag? Velja arbeiðsfólk fakfelagsumboð, ella kanska heldur umboð fyri arbeiðsgevarar, sum tey vóna vilja tryggja teimum arbeiði framyvir?<BR>
Hvat við kyni? Jú, óiva hevur kyn stóran týdning. Tað sær út til, at menn vilja hava menn í politisk álitisstørv. Løgmaður og flokksformenn funnu bara menn til landsstýrið og formanssessirnar í ár. Kanning frá kommunuvalinum í Havn í 2000 vísti, at kvinnur sum heild velja bæði menn og kvinnur - menn sum heild velja menn:

Talva: Atkvøða menn og kvinnur fyri monnum ella kvinnum?

MennKvinnur Í alt
Valdu ein mann80,356,367,9
Valdu eina kvinnu16,041,229,0
Valdu flokkin 3,7 2,53,1

Í alt
100,0
100,0
100,0
N*=240225604962
* N = 52,8 % av veljarunum.
Til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 2000 høvdu til saman 12.571 veljarar atkvøðurætt; av teimum greiddu 9398 atkvøðu, v.ø.o, valluttøkan var 74,8 %

Vánaliga umboðanin av kvinnum hevur skapt rumbul. Í kjakinum um hvat kann gerast fyri at fáa fleiri kvinnur inn í Løgting og bý- og bygdaráð, er m.a. komið uppskot um at kvinnur skulu hava minst 25 ella 30 % av sessunum á tingi (Sosialurin, 24.4.04). Vanligt er annars, at málið er í minsta lagi 40 % umboðan av hvørjum kyni. So er spurningurin, um tað skal vera upp til veljaran, flokkin ella um tað skal vera lógarfest, at eitt minsta mark kann vera fyri, hvussu býti er millum kvinnur og menn.

Hvørji mál munu hava størst týdning fyri veljaran? Man tað vera av eins stórum týdningi at hava kvinnuumboð sum at hava umboð fyri sína bygd á tingi ella í býráðnum? Við seinasta val gekk talið á kvinnum í býráðnum í Havn aftur, men kollfirðingar fingu so sítt umboð aftan á samanleggingina. Hvussu munu samanleggingar av kommunum fara at ávirka kynsbýtið í bý- og bygdaráðum um landið aftan á valið til heystar?

Kappingin um at fáa politiskt álitisstarv velst millum annað um hvussu nógv, sum skulu veljast. Fólkatalið er nógv vaksið, bæði um landið og í høvuðsstaðnum, uttan at talið á løgtings- og býráðssessum er økt tilsvarandi. Kanning, sum eg havi gjørt av býráðsvalum í Havn, vísti bardaga um sessirnar, og at tað ofta vóru teir somu, sum vórðu afturvaldir. Og ein orsøk liggur í skipanini: at hvør veljari bert hevur ein kross at seta við eitt valevni. Hvør skal fáa tann krossin? Skal tað vera tann, sum veljarin metir vera frægasta umboð? Ella skal man heldur velja tann, sum man metir má sikrast sess fyri at sleppa undan, at ein persónur, sum man metir vera púra hopleysan, skal koma inn? Og hvat er mest strategiska atkvøðugreiðslan, tá valevnini eru spjadd á nógvar listar? Hvar ger mín atkvöða störst nyttu í mun til umboðan av mínum áhugamálum?

Ein máti at tryggja kvinnum umboðan, er at fara aftur til eina skipan, har flokkurin raðfestir, hvørji ið skulu standa ovast á listanum, og veljarin bert setur kross fyri listan. Ein annar máti at gera tað "lættari" at atkvøða fyri kvinnum, er at geva hvørjum veljara fleiri atkvøður, sum so fara til tey valevnini, sum veljarin raðfestir hægst. - Annars ber til at hækka talið á fólkavaldum. Royndir aðrastaðni hava víst, at tá verður ofta pláss fyri fleiri kvinnum. Helst var ein grund til, at tær fyrstu kvinnurnar vórðu valdar til Løgtingið í 1978, at talið á løgtingslimum hækkaði, og serliga at Suðurstreymoyar valdømi fekk tvífaldað sína umboðan úr 4 upp í 8. - Verða uppskot til broytingar av valskipanini gjørdar við grundarlagi í teoretiskum og empiriskum royndum frá altjóða valgransking, og við kunnleika um royndir frá føroyskum valskipanum, ber til at finna góðar loysnir.

Tey dømi, sum her er víst til um ójavna og kanska skeiva rekruttering til Løgting og bý- og bygdaráð, snúgva seg øll um býti millum kvinnur og menn. Orsøkin er veikt empiriskt grundarlag fyri føroyskari valgransking. Einasta, vit hava at fara eftir, er um valevnið hevur konufólka- ella mannfólkanavn. Tað hevði bøtt munandi, um vit høvdu vitað p-talið hjá teimum, sum stilla upp. Tá høvdu vit kunna kannað aldursbýtið á valevnum og valdum, og eisini við størri vissu kunna sagt nakað um afturval. Vónandi fara føroyskir landsmyndugleikar at skipa fyri slíkari skráseting.

Meðan vit bíða eftir betri hagtølum, mugu vit fáa fatur á tølum á annan hátt. Í næstum fara øll valevni, sum stillaðu upp til kommunuvalið í 2000, at fáa eitt spurnarblað í postinum. Henda kanning er ætlað at lýsa nakrar av spurningunum um rekruttering av politikarum. Eg vóni, at fólk gera sær tann ómak at fylla spurnarblaðið út, og senda tað aftur til mín.

Valgransking gevur kunnleika um, hvussu politiska skipanin fungerar. Hetta átti at havt politiskan áhuga. Tað er ein ábyrgd, sum hvílir á okkum øllum, og serliga teimum fólkavaldu, at tað ikki er ein hópur av kvinnum, ungum, tilflytarum og øðrum, sum missa álitið á politisku skipanini, tí tey ikki virða tey fólkavaldu sum legitim umboð fyri seg og síni.

Fólkaræðið má røkjast og verjast fyri at yvirliva.

Keldur:
Christophersen, J.A. (1963/64):"Representant og velger", Tidsskrift for Samfunnsforskning nr. 4 1963 og nr. 2, 1964.
Jákupsstovu, Beinta í (1996): "Kvinner ingen adgang?". Norsk Statsvitenskapelig Tidsskrift 1996:1.
Phillips, Anne (1995): The Politics of Presence. Oxford
Rokkan, Stein (1967/1987): "Geografi, religion og samfunnsklasse", í Stat, nasjon, klasse, Universitetsforlaget