Í Sosialinum hetta vikuskifti hava vit samrøður Óla Samró og við Jóannes Jacobsen um kjakment og kjak annars í Føroyum. Hvat er kjak og hvussu verður tað brúkt. Hava vit ein sunna kjakmentan í Føroyum ella eina, ið bert druknar í ljótum viðmerkingum?
Rógvi Olavson, mentanarsosiologur, heldur, at tað eru nógv, ið bert sita og skriva skilaleysar viðmerkingar. Spurningurin er so um mann skal svara ella ikki. Tvístøðan sæst tí tí, at um tú svarar viðkomandi, so møguliga rættvísgerð tú viðkomandi sum kjakara. Um tú ikki svarar, so fær hansara skilaloysi óátalað framvið.
Rógvi sigir seg væl skilja hví fleiri ikki halda seg til at kjakast í einum viðmerkjarakjaki.
-Hinvegin kann tú siga, at fólkaræði er nógv meir enn bara at fara á val fjórða hvørt ár, sigur Rógvi. Um tú vil hava ávirkan á eitt kjak ella kanska heldur, at onkur er skilaleysur í einum kjaki, so eigur tú at tala at, tí tey moderatu eiga ikki at køvast av ekstremum í einum kjaki.
Les alla samrøðuna við Rógva Olavsson í Sosialinum mánadagin.