Fólkapensjónistar fáa 580 krónur meiri um mánaðin

Næsta ár hava pensjónistar góðar 1000 krónur meiri um mánaðin at liva av enn teir høvdu fyri einum góðum ári síðani

Á nýggjárinum fer fólkapensjónin at hækka 580 krónur. Tað boða Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, frá í dag.

Næsta ár fer ein ógiftur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, at hava umleið 12.600 krónur um mánaðin eftir, tá ið skattur, og alt annað, er farið burtur av. Eini hjún fara at hava slakar 22.000 krónur eftir.

Tað merkir eisini, at næsta ár fara fólkapensjónistar at hava 1.080 krónur meiri at liva av enn teir høvdu fyri einum ári síðani. Tað kemur soleiðis fram, at í ár fingu tey ein frádrátt í skattinum upp á 500 krónur, og næsta ár hækkar grundupphæddin í fólkapensjónini 580 krónur.

Men samstundis sum pensjónistar fáa við aðrari hondini, verður eitt sindur eisini tikið frá teimum við hinari hondini, Sum vit skrivaðu í morgun, verða pensjónir, og aðrar almannaveitingar, ikki prístalsviðgjørdar næsta ár, og tað merkir, at allir pensjónistar missa nakað av inntøku.

Les meiri um tað her: Pensjónistar skulu rinda ein part av rokningini.