Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprestur
-----------
Eg haldi, at hetta eigur at verða skoytt uppí kjakið um Fólkakirkjuna, nú fleiri »konservativir« prestar eru settir í starv, sum ikki vilja víga fráskild.
Vígsla av fráskildum:
Jesus verður av farisearunum drigin uppí kjakið um strangari ella linari reglur fyri hjúnarskilna. Hjá Markusi og Lukasi noktar hann fyri hjúnarskilna út frá Skapanini (Mk 10,1; Lk 16,18). Uppafturgifta verður hildið at vera brot á hjúnarlagið. Men hjá Matteusi er eitt undantak, nevnilig, tá talan er um ótrúskap (Mt 5,32; Mt 19,9). Samsvarandi hetta, sigur Matteus frá, at Jósef umhugsar at lata seg skilja frá Mariu (Mt 1,19). Paulus skrivar, at bert deyðin kann gera skilna millum tvey (1 Kor 7,10). Men Paulus loyvir tó skilna, tá talan er um eitt blandað hjúnarlag, har tann ikki-trúgvandi parturin tekur hetta stig (1 Kor 7,12-16).
Tí vil eg víga fráskild og doypa børn teirra.
Kvinnuligir prestar:
Í Nýtestamentligari tíð var samfelagið rættiliga patriarkalskt.
Kvinnur vóru vardar og æraðar sum konur og møður, men lutøka teirra í almenna og átrúnarliga lívinum var sera avmarkað. Myndin, evangeliini geva av Jesu boðskapi, er ikki nakað álvarsamt brot ímóti patriarkalska samfelagnum.
Teir tólv ápostlarnir vóru menn, men eisini kvinnur fylgdu honum (Mk 15,40-41). Jesus góðkendi kvinnur meira enn samtíðin (Mk 5,25).
Hjá Lukasi evangelisti hava kvinnur ein leiklut og fylgdu Jesusi, eitt nú Marta og Maria (Lk 10,38). Og ÁpS og Paulus siga frá bæði monnum og kvinnum, sum leiða samkomur og sum ferðandi ápostlar (ÁpS 16,13; 18,2; 18,26; Róm 16,1-16).
Eins og lærusveinatignin er kristniboðanartignin ofta eitt forrættindi fyri menn. Men í Jóhannesar-evangeliinum verður Maria Magdalena góðkend sum evangeliserandi vitni av Jesusi sjálvum í Jh 20,17: Jesus sigur við hana: "Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara." Í ø18. Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: "Eg havi sæð Harran!" og at hann hevði sagt henni hetta.
Paulus játtar, at kvinnur profetera (1 Kor 11,5), men biðjur tær eisini tiga í samkomuni (1 Kor 14,35). Gal 3,28 kan standa sum yvirskrivt fyri áskoðaina á kynsleiklutir í NT: "Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi."
Tí vil eg samstarva við kvinnuligar prestar.
Samkynd og teirra viðurskifti:
Bílian góðtekur bert reproduktivan kærleika, sum endurnýggjar seg. Í GT verða samkynd hildin at forbróta seg ímóti skaparaverkinum. Í NT er hesin liviháttur dømi um guðloysi heidninganna. Paulus nevnir hetta fráfallið (Róm 1,26-27). Tey umvendu verða ávarað ímóti hesum afturstigi, tí tey kunnu missa arvarættin til Guðs ríki (1 Kor 6,9; 1 Tim 1,10).
Tey samkyndu eru tó skapað í Guds mynd, og Jesus sigur, at vit skulu elska, og tey samkyndu eru tí vælkomin í Fólkakirkjuni, ið hvussu so er hjá mær.










