Týsdagin 30. mars verða tvey val, har teir umleið 400 kirkjuráðslimirnir kring landið sleppa at velja sína umboðan í Próstadømisráðið og Føroya Stiftststjórn. Próstadømisráðið telur fimm limir. Dómprósturin, Uni Næs er føddur limur, meðan kirkjuráðslimirnir velja hinar fýra limirnar í ráðið.
Til hetta ráðið eru tveir listar, við íalt 8 valevnum. Á lista 1 eru Edvin Joensen, Leirvík; Ísak Mikladal, Klaksvík; Leivur Højgaard, Saltangará; Marjun Olsen, Tvøroyri og Randi Niclassen, Miðvágur.
Á lista 2 eru hesi valevni: Eilif Samuelsen, Tórshavn; Gunnvør Dam Jensen, Kollafjørður og Uni Danielsen, Hoyvík.
Í Føroya Stiftsstjórn sita tríggir limir. Her er biskupurin, Jógvan Fríðriksson føddur limur, og Mentamálaráðið tilnevnir ein lim. Tann triði limurin í stiftsstjórnini verður valdur av kirkjuráðslimunum.
Eisini her eru fleiri fólk, ið stilla upp á tveimum listum. Valevnini eru trý á lista 1: Niklas Foldbo, Toftir; Sigga Arge, Klaksvík og Tummas Lauritsen, Miðvágur.
Á lista 2 eru hesi uppstillað: Ása M. Justinussen, Tórshavn; Halgir Winther Poulsen, Hoyvík og Regin Ellingsgaard, Svínáir.
Atkvøðuseðlarnir hjá kirkjuráðslimunum skulu vera valstýrinum í hendi 30. mars.