Hetta vikuskiftið hevur Felagið fyri Kirkjuráðslimir aðalfund sín í Leguhúsinum í Nesvík. - Kirkjan má fáa tey starvsfólk sum hon hevur brúk fyri, sigur formaðurin í felagnum Í formansfrágreiðing sínari segði Tummas Lauritsen, at tað dagliga lógarverkið hjá kirkjuni má fylgja við tíðini, tí kirkjan má virka í síni samtíð.
- Nú vantar lógin um starvsfólk kirkjunnar, legði hann dent á.
Hetta verður, sambært Tummasi ein spennandi avbjóðing, tí henda lógin kann annaðhvørt forða ella geva møguleika til eitt ríkari kirkjulív.
- Tað er upp til okkum at ávirka at, at henda lógin kann geva heimild til, at kirkjan fær tey starvsfólk, sum ein nútíðar kirkja hevur brúk fyri. Men samstundis skulu vit ansa eftir, at ikki einans okkara kirkja gerst ein ?funktioner-kirkja?, heldur enn ein fólkakirkja, sló Tummas Lauritsen fast.
Hann helt tí, at tað støðugt verður neyðugt at halda lógarverk og regluverk viðlíka, sum væntan og fyritreytir broytast.
Neyðugt verður tí við einum breiðum orðaskifti um lógirnar, sum longu eru galdandi.
- Á henda hátt kunnu so verandi lýti lúkast burtur, uttan at taka tann góða gróðurin við, segði formaðurin, og vísti her til tvørleikan við at fíggja framtíðar kirkjubygging í miðalstórum sóknum.
Aðalfundurin heldur fram allan dag. Fyrrapartin verður eisini val av nevndarlimum.