Í 2018 er val til trý ráð í føroysku fólkakirkjuni, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn og Felagið fyri Kirkjuráðslimir. Hesi trý ráðini kunnu í stóran mun avgera, hvørja leið føroyska fólkakirkjan gongur.
Í samband við, at biskupur hevur boðað frá, at hann ikki fer at taka stig til at gera nýggj ritual til signing av borgarliga giftum, sigur Jógvan Fríðriksson eisini, at hann kortini er sinnaður til at boyggja seg fyri vilja kirkjunnar.
- Biskupur er fólkaræðisliga sinnaður. Velur tað kirkjuliga landslagið annan leist enn biskupur, verður tann leisturin at valda í Fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson.
Biskupur minnir tí á, at komandi ár verða trinni val til ráð í fólkakirkjuni, til Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn og Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
Biskupur sigur, at hann ivast ikki í, at hann hevur stuðul í fólkakirkjuni fyri síni avgerð um, at kirkjan ikki skal gera mun á hinskyndum og samkyndum borgarliga vígdum. Tí fer hann ikki at taka stig til at gera eitt nýtt ritual til signing av borgarliga vígdum, tí, sigur biskupur, antin má hann gera eitt ritual móti síni sannføring um, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu, ella má hann gera eitt ritual móti síni sannføring um, at munur ikki skal gerast á fólki, tá tað kemur til at fáa Guds, og kirkjunnar, signing.
- Biskupur ætlar at hava eitt kirkjuligt orðaskifti um hesi viðurskifti eftir ólavsøkuna í 2018. Við kirkjuráðsvalinum í november 2017 gevst ein upplagdur møguleiki at hoyra, hvør hugsan rørist í kirkjuliga landslagnum. Ætlanin er at koma til eina niðurstøðu á vári 2019, sigur biskupur.
- Biskupur er sannførdur um, at hugsanin í dag millum virkin fólk í tænastu kirkjunnar er í tráð við biskupsins egnu fatan. Ætlanin er at finna útav, um henda fatanin millum fólkið, ið ger tænastu í Fólkakirkjuni, er broytt ella ikki, sigur hann.