Fólkakær fólkaogn

Enn einaferð eydnaðist tað manninum við tí djúpu røddini og villu eygunum, av sínum eintingum, at leggja fjøldina fyri sínar føtur.

 

Eftir framførsluna hjá Mel C kom Sjúrður Skaale út á pallin og greiddi frá, hvat fór at henda seinni á kvøldinum. Millum annað segði hann soleiðis: -Summar Festivalurin er til, tí Hanus G. Johansen varð føddur.

 

Og tá ið eg, beint áðrenn miðnátt, skundaði mær yvir til Torgið, var tjúkt í fólki. Sum sild í tunnu. Og sum var tað eitt føðingardagsbarn, ið tey vildu heiðra. So tað var bara at troðka seg fólkaliga fram. Fann mær so eitt liviligt stað millum stappaðu mongdina.

 

Hálvan tíma áðrenn Hanus skuldi á pall, byrjaði framførslan hjá djórunum í Sic í FLAGS-teltinum. Og sum flestum kunnugt gongur tað ikki júst friðarliga fyri seg, tá ið teir sláa seg leysar. Torgið og FLAGS-teltið liggja ikki nógv meiri enn hundrað metrar frá hvørjum øðrum, so tá ið Hanus byrjaði at framføra, var tað við heavy-fylgispæli. Eitt áhaldandi djúpt brum. Ikki beinleiðis kul ella væl lagt til rættis av fyriskiparunum.

 

Men tað sá ikki út til at tað rein við hjá nøkrum øðrum, tí øll eygu og oyru vóru vend móti manninum á pallinum.

 

Hanus er Hanus, og tú veitst hvat tú fært: Tað er Poul F. Tað eru vísusangir. Tað eru hansara heilt egnu badabadi-improvisatiónir. Tað er ein maður, ið leggur sína sál í hvørja ferð og sum samstundis hevur bæði beinini plantað á jørðini. Og tey flestu vilja ikki hava nakað annað.

 

Talan var um eini 5-6 eykaløg, har hann tríggjar ferðir royndi at greiða frá, at hann longu hevði spælt alt ov leingi og mátti loyva Dynamit framat.

 

At enda varð slókt og farið yvir á Vágsbø.