Fólkaheilsustovnur lækkar aldur til koppseting

Norski Fólkaheilsustovnurin mælir nú til, at ung í 16-17 ára aldri, sum eru í serligum vandabólkum, kunnu koppsetast við koppingarevninum hjá Pfizer-Biontech.

 

 

Í einum upplýsingarskrivi til kommunur og heilsustovnar sigur norski Fólkaheilsustovnurin, at tey vilja gera broytingar í sínum tilmæli um, hvør kann koppsetast móti koronu.

- Vit hava víðkað um okkara tilmæli, soleiðis at 16-17 ára gomul, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av covid-19, kunnu koppsetast við koppingarevninum hjá Pfizer-Biontech, sum er góðkent í ES til koppseting av fólki, sum eru 16 ár og eldri.

Norsku miðlarnir, VG og Tv2.no, vísa til norska Fólkaheilsustovnin, sum sigur, at flestu børn og ung eru í lítlum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu, og hetta er sambært stovninum eisini galdandi fyri børn og ung við kroniskum sjúkum.

Við tað, at koppingarevnið enn er í avmarkaðum nødum, mælir Fólkaheilsustovnurin til, at bert tey, sum eru ringast fyri í nevnda aldri, kunnu lata seg koppseta. Undantøkini eru ung, sum hava sjúku í nervalagnum og viðføddar sjúkur.

Fólkaheilsustovnurin mælir eisini til, at koppingarevnið verður bjóðað fólki í nevnda aldri, har stakmetingar siga, at tey ungu eru í álvarsligum vanda. Hinvegin verður ikki mælt til, at børn og ung, sum eru yngri enn 16 ár, fáa koppingarevnið - ikki fyrr enn neyvari dátur um trygd og virkni í hesum aldursbólkum fyriliggja, sigur Fólkaheilsustovnurin.