Fólkaheilsurákið hevur broytt lívsstílin hjá føroyingum

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
-------

Tað er alt árið. Men best sæst tað í summarhálvuni, tá dagarnir eru langir og lýggir:
Tað sæst á býarmyndini, hon er sum hamskift
Nær sum helst og hvar sum helst sært tú fólk, sum ganga ella renna. Menn og kvinnur í øllum aldri. Og nú eru tey eisini farin at svimja á sjónum
Úti er lív komið í, seinnapart og langt út á kvøldið, á torgum og breytum uttan fyri matstovur og kaféir – enn serliga í Havn, men ikki bara har
Heima, í skúla og barnagarði, á arbeiðsplássinum og allastaðni, har vit koma saman, er nógv blivið øðrvísi:
Frukt og grønt á borðinum
Sodavatnið víkir fyri svalligum vatni
Sigarettin er koyrd útum – onki smart at roykja
Heilsugott er eitt lyklaorð í matgerð og lívshátti
Rørsla er gott fyri alt, og vit vilja øll vera við, hvør á sín hátt
Hetta var ikki so fyri fáum árum síðani. Úti sást tú ikki eina sjel aftaná arbeiðstíð, býurin var steindeyður. Tað kundi henda seg, at man bar eyga við onkran original, sum hættaði sær út at renna og sum ikki legði í at fólk gløddu og risti við høvdinum. Ongin tosaði um rørslu, orðið bleiv ikki brúkt um nakað, sum hevði við dagliga lívið at gera. Frukt og grønt og onnur kaninføði var meir at kalla eksotisk garnering á køksborðinum enn mett sum stimbrandi íkast í kostinum.
Nú er ein onnur verð. Haldi at fólkaheilsurákið, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini, er ein høvuðsatvoldin til hesar broytingarnar í okkara lívsstíli. Og nú ið Fólkaheilsurenningin verður um vikuskiftið – so sum Útvarpið framúrskarandi hevur umrøtt alla vikuna - hevur tað ikki minst verið Fólkaheilsurenningin, ið fyrstu ferð varð í 2004, sum hevur birt upp undir hetta rákið. Og síðani øll tey óteljandi heilsu­átøkini, sum feløg, arbeiðspláss, skúlar og stovnar hava skipað fyri kring alt landið.
Fólkaheilsurenningin bleiv til sum ein ímynd av Fólkaheilsuætlanini fyri Føroyar, sum varð løgd fram av politiska myndugleikanum á vári 2006, og sum allir liðir í føroyska samfelagnum hava tikið so fult og væl undir við. Hesum kunnu vit bæði gleðast um og vera stolt av. Kjarnin í Fólkaheilsurenningini er júst hesin: øll skulu kunna vera við! Hetta er ikki fyri elituna men fyri ein og hvønn sum bara tímir. Á hvørjum ári eru nógv, sum í allari mannamúgvuni í Fólkaheilsurenningini hætta sær at royna fyrstu ferð - og síðani halda á!
Kann heldur ikki lata vera við at nevna roykilógina – hon sum kom fyri góðum tveimum árum síðani og bannaði royking innandura. Tá vóru nógv í øðini. Men hygg nú! Vildi nakar í dag vent aftur? Eitt er, at vit kunnu anda frítt innandura - Haldi eisini, at onki hevur sum roykilógin elvt til, at vit hava fingið hetta spennandi íkastið til býarlívið við øllum hesum nógvu uttandura kaféunum.