Fólkaheilsuráðið vil hava uppskot til Fólkaheilsuvirðislønina

Fólkaheilsuvirðislønin verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 11. januar

Fólkaheilsuráðið kunnger í dag, at ein Fólkaheilsuvirðisløn skal verða latin 11. januar. Ráðið heitir tí á almenningin um at senda uppskot inn um tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

 

- Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin.

 

Sirið Stenberg fer at handa Fólkaheilsuvirðislønina, sum verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 11. januar 2019.

 

Øll kunnu tilevna, hvør skal hava virðislønina. Hevur mann eitt uppskot, ber til at útfylla oyðiblaðið her. Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 9. januar.