Fólkaheilsuráðið við Múrin

Sum verða man verða tað ikki bert básar, ið selja drekkavørum og matvørur við Múrin. Fólkaheilsuráðið hevur ein bás á tónleikafestivalinum í Kirkjubø og fyrireikarar siga, at endamálið er at gera vart við vandarnar av kynssjúkum og narkotika. Fólkaheilsuráðið sigur, at hagtøl frá Landslæknanum benda á, at trupulleikin við kynssjúkuni, sum er elvd av klamydia er vaksandi. Tað ringa við hesi smittuni er, at tað ber til at vera smittaður við sjúkuni uttan at vita tað. Smitta er rættiliga vanlig, tí av teimum 1299, sum í fjør lótu seg kannað, varð staðfest, at 15 prosent vóru fongd. Smitta við klamydia kann føra við sær, at fólk ikki kunnu fáa børn. Fólkaheilsuráðið fer tí at geva festivalluttakarunum eitt upplýsandi spurnarblað og hvørt kvøld verða trektir vinningar til teirra, sum svara rætt.

 

Eisini verða hítir býttar út ókeypis.

Til tess at gera vart við vandan við narkotika, hevur ráðið í samstarvi við Apotekaraverkið gjørt ein bókling, har greitt verður frá vandunum, ið standast av rúsevnisnýtlslu.