Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið frá tjóðveldinum um at geva føroyskum bryggjaríum loyvi til at bryggja sterkari enn tað, sum nú er loyvt.
Tað er eisini ein spurningur, sum Fólkaheilsuráðið hevur viðgjørt.
Fólkaheilsuráðið tekur undir við, at bryggjaríini sleppa at bryggja sterkari øl enn 5,8%.
Men tað er ikki treytaleyst, at Fólkaheilsuráðið tekur undir við hesum.
Tí samstundis, sum ráðið tekur undir við, at loyvið verður givið til at bryggja sterkari øll enn 5,8%, mælir tað eisini politikarunum til at avtaka loyvið hjá Føroya Bjór at selja øl av sínum egnu goymslum runt um í landinum.
Fólkaheilsuráðið heldur, at umframt hugburðinum hjá fólki, er tað prísurin og atkomuligheitin til rúsandi løg, sum eru avgerðandi fyri nýtsluna.
Og verður loyvið givið til, at bryggja sterkari í Føroyum, væntar ráðið, at tað fer at kvinka nýtsluni eitt sindur uppeftir.
Men missur Føroya Bjór loyvið til at selja øl úr egnari goymslu, so at tað bara verður loyvt at selja í Rúsuni, ger tað atkomiligheitina verri og tað fer væntandi at minka um samlaðu rúsdrekkanýtsluna, heldur Fólkaheilsuráðið.
Sum tað sæst á hinari greinini, halda tey á Føroya Bjór, at lurta politikararnir eftir Fólkaheilsuráðnum, verður tað ein vanlukka









