Fólkaheilsupolitikkur eftir reyv

Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum
----
Sjálvandi fær tað oyðileggjandi avleiðingar fyri virksemið í sjúkrahúsverkinum, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður, fekk síni samgongufólk úr Sambands-, Fólka-, Sjálvstýris- og Miðflokkinum at spara 21 mió. kr. í heilsuverkinum á fíggjarlógini fyri 2013.
Serliga meint fara skerjingarnar at raka virksemið á Landssjúkrahúsinum. Avleiðingarnar verða nógvar og álvarsligar. Burtursparingin av kostráðgevingini til diabetes-2 sjúklingar er bara eitt líti fyrsta tekin um, hvat er í væntu.
Men Karsten Hansen skákar sær undan og leggur Landssjúkrahúsið, sum hann hevur tvingað til ógvisligar sparingar, undir eina »óhepna« avgerð.
Diabetes-2 er tann skjótast veksandi fólkasjúkan. Ein miðvísur innsatsur móti diabetes-2 var tí ein hornasteinur í arbeiðinum við føroyska fólkaheilsupolitikkunum, sum varð skipaður undir landsstýrinum, sum tók við í 2004. Diabetesambulatoriið varð uppraðfest á landssjúkrahúsinum og diabetesambulatorium vórðu skipað bæði á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsum.
Onnur tiltøk í hesum miðvísa innsatsi móti diabetes-2 vóru høvuðstættirnir í Fólkaheilsuætlanini fyri Føroyar, sum varð orðað í 2006 og løgd sum grundarlag undir einum virknum og víðfevndum fólkaheilsupolitikki. Úr rúgvuni kann nevnast rørslupolitikkurin, roykipolitikkurin, kostráðgeving, tiltøk fyri at snara hugburðinum millum børn og vaksin frá sukurvatns- og fitivørunýtslu til frukt, vatn og grønt, víðfevnandi tilboð um heilsukanningar o.m.a.
Tað harmar meg at síggja, at fólkaheilsupolitikkurin verður forsømdur og ongan góðan eigur í tí ráðandi politisku skipanini. Veit heldur ikki um eg skal gráta ella flenna, nú Fólkaheilsuráðið er farið at brúka pengar uppá at kanna, hvussu lukkuligir føroyingar eru - samstundis sum hvørki orka ella ráð eru til at veita skúlum nøktandi ráðgeving á týðandi heilsupolitiskum økjum.
Vóni at arbeiðsbólkurin, ið nú er settur til at koma við einum tilmæli um, hvussu bøtast kann um støðuna viðv. diabetes-2, ikki bara endar sum eitt amboð til sparipolitikkin hjá landsstýrismanninum, men kemur við einum ordiligum offensivum útspæli, sum eisini kann vekja fólkaheilsupolitikkin til lívs aftur.