Tá Fyribyrgingarráðið fyri fimm árum síðani broytti navn til Fólkaheilsuráðið, varð virksemið sambært Fólkaheilsuráðnum víðkað til millum annað at skipa fyri heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi átøkum samsvarandi fólkaheilsuætlan landsins.
Nógv fokus hevur verið á roykingina hesu seinnu árini, men eisini annar heilsufremjandi liviháttur hevur fingið rúm m.a. venjing og matur.
- Vit liggja á umleið 10. plássi í heiminum, tá tað snýr seg um livialdur. Kvinnurnar liva heili 85 ár í meðal. Hetta sær Fólkaheilsuráðið sum eina ábending um, at í høvuðsheitum stendur væl til við fólkaheilsuni í Føroyum, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Øll frágreiðingin kann lesast her:










