Dagurin í dag er hin seinasti á famiju-og mentanarstevnuni í Skálavík, sum byrjaði týsdagin og hevur hildið fram allar dagar í hesi vikuni.
Mest áhugaverda tiltak í dag er ivaleyst fólkafundurin í Núpsdali, sum byrjar klokkan 15. Longu klokkan 14 í dag verður gongutúrur til Núpsdal, og klokkan 14.30 verður skipað fyri bussferð norður í dalin.
Røðarar á fólkafundinum verða Jógvan Fríðriksson, bispur og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður. Felagssangur og føroyskur dansur verður eisini partur av tiltakinum í Núpsdali.
Klokkan 18 í kvøld verður felags evangeliskt møti á Deplinum við sangi og tónleiki, sum samkomurnar í oynni skipa fyri. Jógvan Zachariassen fer at tala.