3. mai verður fólkfundur á Lítla Dímun
Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur úr Hvalba við fólki, og setur tey av 414 metrar uppi á toppinum á Lítla Dímun. Tá øll eru komin út, fer Tórbjørn Jacobsen at føra fram røðu, felagssangur er eisini á skránni og her er ætlanin at syngja ein nýggjan oyggjasang.
Møguleiki verður fyri einum túri upp á toppin, har flatan er eins stór, sum tríggir fótbóltsvøllir.
Hava fólk áhuga í at síga av renningini í Lítla Dímun, so verður eisini møguleiki fyri hesum. Tá verður sigið niður í bát, sum førur tey umborð á sluppina Johonnu og síðani verður siglt til Hvalbiar.
Avgerðandi er sjálvandi at veðrið er til vildar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Meira fæst at vita um tiltakið á www.litladimun.com










