Fólkafundur á Háskúlanum

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun eftir kappróðurin 28. juli. Fundurin er klokkan 17.30. Í ár er tað Mikkjal Helmsdal, rektari, sum heldur røðu. Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur. Harumframt verður ein biti at fáa.

Tað var 28. juli 1912, at Háskúlafelagið var stovnað við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

Líka síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan.

Fólkafundurin 28. juli er almennur, og háskúlafelagið vónar at síggja nógv fólk.

Mynd: haskulin.fo

(Innsent til redaktion@knassar.fo)