Hetta er tó onki smart-amerikanskt, men konservativt-eystureuropeiskt. Tað merkir snøgt sagt, at vit ikki longur skulu fylgja tí norðurlendsku hugsjónini, at teir breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar. Men júst tað øvugta: at mált eftir teirra førimuni verða tyngstu tøkini lagt á teir veikastu herðarnar.
Norðurlendska-vestureuropeiska skattahugsanin er, at jú størri inntøku tú hevur, jú hægri er tín skattaprosentur. Eystureuropeiska Fólkaflokshugsjónin er, at øll skulu gjalda sama prosent í skatti, tann fátæki og tann ríki tað sama.
Á myndini niðanfyri sæst, hvørji lond í Europa hava flata skattaskipan (myrkagrønt) og sum umhugsa tað (ljósagrønt). Hetta er tað selskapi Fólkaflokkurin heldur, at vit hoyra heima í
HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/5/5d/Flat_tax_in_Europe.svg"
HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/File:Flat_tax_in_Europe.svg" en.wikipedia.org/wiki/File:Flat_tax_in_Europe.svg
Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt ítøkiligt skattauppskot fram, sum fremur eina meira samhaldsfasta skattaskipan, har ongin sleppur at skáka sær undan, men øll, partafeløg, vinnurekandi og løntakarar koma at bera sín rættvísa part til felags húsarhaldið. Hetta gevur møguleika fyri, at øll húsarhald við lág- og miðalinntøkum fáa eina munadi skattalætta. Les meir um tað á HYPERLINK "http://www.j.fo" www.j.fo