LANDSFUNDUR
Í dag ? leygardagin ? heldur Fólkaflokkurin landsfund. Fundurin verður hildin í Pálstovu, sum hevur adressuna Mykinesgøta 7 í Havn.
Fundurin byrjar kl. 10. leygarmorgunin og heldur fram nakað út á seinnapartin.
Óli Breckmann sigur, at fundurin verður ein samanumtøka yvir politisku gongdina. Málini á skránni eru tey somu sum undanfarin ár. Roknast kann við, at løgtingsvalið í apríl fer at merkja fundin. Tað eydnaðist Fólkaflokkinum at varðveita sína støðu í samgonguni og at varðveita løgmanssessin.
Í fjør hevði Fólkaflokkurin fatur á Bent Jensen sum gestarøðara. Tað er hann, ið stendur á odda fyri føroysku kanningini í skjalugoymslurnar í gamla Sovjet. Í ár er gestarøðin heintaður innanflokka. Tað verður Tummas í Garði, sum fer at røða um ymiskt innan læknaøkið í Føroyum.