- Vit hava heitt á løgmann um at umhugsa at útskriva nýval. Valstríð er komið í fíggjarpolitikkin, og tað førir til ovurnýtslu, og tá er best at reinsa luftina, segði Jørgen Niclasen við sjónvarpið í kvøld. Kaj Leo Johannesen sigur við Deg og Viku, at hann hevur fingið eitt ógreitt svar frá Fólkaflokkinum upp á spurningin, um Fólkaflokkurin er við í samgonguni ella ikki.
- Eg fari at hava ein fund við Jørgen Niclasen og Aksel Johannesen í morgin, og so taki eg støðu til, hvat verður gjørt, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður.