Í seinasta lagi í 2015, skulu Føroyar vera fíggjarliga óheftar av Danmark
Tað hevur Fólkaflokkurin nú sett sær sum eitt greitt, politiskt mál.
Leygardagin hevði Fólkaflokkurin sín fyrsta landsfund, eftir, at Jørgen Niclasen tók um stýrisvølin ha flokkinum, tá ið hann varð valdur til floksformann eftir Anfinn Kallsberg.
Og longu í síni elddópi eftir at hava lyft arvin eftir Kallsberg, kunngjørdi Jørgen Niclasen stórar ætlanir fyri framtíðar politiska virkinum ha flokkinum
Í síni fyrstu formansrøðu staðfesti hann, at Fólkaflokkurin er ein flokkur, sum vil gera Føroyar fíggjarliga óheftar av Danmark og flokkurin hevði eina greiða ætlan um, at seinast í 2015 skuldu vit vera komin á mál.
- Málið er einvíst og tað er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða!
Men fólkaflokkurin heldur, at fíggjarligt sjálvbjargni er ein avgjørd fortreyt fyri, at vit kunnu fáa eitt politiskt sjálvbjargni.
Hann staðfesti eisini, at sum støðan er nú, eru 21 málsøki eftir at yvirtaka frá dønum.
- Okkara greiða, politiska mál er, at í seinasta lagi í 2015, skulu øll hesi 21 málsøkini vera yvirtikin.
Hann vísti á, at sjálvandi kostar hetta pengar.
Men av hesum, málsøkjunum, sum ikki eru yvirtikin, kosta tey 17 ikki meiri enn einar 43 milliónir at yvirtaka.
Eitt av hesum málsøkjum er eitt so lítisvert mál, sum veðrið, tí tað er framvegis danskt málsøki.
Hann helt, at tað kundi vera ein orsøk til, at tað var so lítið skil á veðrinum.
- Hví eru hesi málini ikki yvirtikin, spurdi hann.
Sjálvur helt Jørgen Niclasen, at hann hevði svarið.
- Tað er tí, at praktiskur politikkur ikki hevur vunnið frama.
Formaður Fólkafloksins vísti á, at talan er um einar 700 milliónir, sum liggja í klemmu ímillum Føroyar og Danmark.
Og hann segði, at Fólkaflokkurin ætlar at føra ein praktiskan politikk, sum fer at føra okkum fram til sjálvræði.
Krónu fyri krónu
Hann hevði eisini eina uppskrift upp á sjálvræði við sær á landsfundin.
- Vit hava ein búsksparligan vøkstur á fíggjarlógini upp á 200-350 milliónir um árið.
- Ein máti at røkka endamálinum um fíggjarligt sjálvbjargi kann vera, at vit binda okkum til, at hvørja ferð, vit brúka eina krónu av øktu inntøkuni á fíggjarlógini til at bøta um vælferðina, skulu vit brúka eina krónu til at tryggja okkara fíggjarliga sjálvbjargni.
Fólkaflokkurin skjýtur tí upp, at vit fáa eina búskaparligar flokkar ímillum so nógvar flokkar, sum gjørligt um, at vit seta okkum sum mál at verða fíggjarliga sjálvbjargin.
Og seinast í 2015 skuldu vit vera komin so langt, at vit kunnu hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um loysing frá Danmark.
- Tá skulu øll hesi 21 málsøkjunum verða yvirtikin.
- Tað er okkara greiða mál, segði Jørgen Niclasen í síni fyrstu røðu, sum formaður Fólkafloksins.
Hann legði tó dent á, at kanska kundi tað ganga so skjótt at vit kunnu vera komin á mál longu í næsta valskeiði, sum endar í 2012.
Jørgen Niclasen sigur, at í hesum sambandi kundi hann hugsa sær at slóða fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri at gera ein frælsan felagsskap ímillum Føroyar og Danmark.
- Tá ið fullveldissamgongan sat, mótarbeiddi danska stjórnum við hond fót, ætlanini at skipa ein frælsan felagsskap ímillum Føroyar og Danmark. Men tíðir broytast og hann hevði fatan av, at í dag kundi samráðingar um ein frælsan felagsskap borið á mál.