Fólkaflokkurin vil halda fram í samgonguni

Verandi samgonga eigur at halda fram, segði Óli Breckmann á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin

Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi, heldur, at stevið í samgonguni er bara gott, tá alt kemur til alt.
Fólkaflokkurin heldur fast um verandi samgongu. Einki kann fyri Fólkaflokkin og føroyingar vera betri enn verandi samgonga, segði hann á landsfundi í Sandavági leygardagin.
Skattalættin, sum verður latin, verður 50 milliónir í ár og 70 milliónir næsta ár . Hann er ætlaður at minka almenna partin av búskapinum í sama mun, sum tann privati parturin minkar.
Stórmál eru skránni, segði Óli Breckmann. Eftilønarskipan og barsilsskipan nevndi hann. Marknaðargerð av Postverkinum, sum krevur nógvar pengar. Virðisbrævamarknaður. Søla av almennum ognum. Einar tríggjar-fýra milliardir eigur tað almenna í ognum, sum selt fer at verða burturav, segði Óli Breckmann í røðu síni á landsfundinum í Sandavági leygardagin.