Sum mest solidariski flokkur í Klaksvíkar Kommunu, hevur Fólkaflokkurin, á heitum fíggjarnevndarfundi, í dag megnað at varðveitt solidariska systkinaavslátturin í ansingarskipanini, sum meirilutin skuldi avtaka.
Eftir síðsta býráðsval, bleiv skjótt staðfest, at undirritaði saman við Fólkaflokkinum endaði í minniluta, og tí uttan fyri strategisku stýringina av kommununi. Undirritaði, saman við Fólkaflokkinum, hevur útfrá minniluta støðuni verið konstruktivur í býráðsarbeiðinum. Við vaknum eyga, og har tað fíggjarliga og hugsjónarliga er møguligt, hevur semjusøkjandi politikkurin hjá Fólkaflokkinum í dag borið frukt.
Vit fegnast sum eitt samt býráð, at fíggjarligur lætti verður latin til familjur. Tað vit eru meir fegin um, er at undirritaði saman við Fólkaflokkinum fekk varðveitt og styrkt systkinaavsláttin, ið undanfarna býráð við Fólkaflokkinum á odda innførdi, sum eina solidariska skipan fyri tey, ið eru mest sperd fíggjarliga.
Mest sum allar kommunur í landinum hava í ansingarskipanini ein solidariskan systkinaavsláttar. Frítíðartilboð s. s. ítróttur o. a., hava eisini flest øll hesa avsláttarskipan inni. Vit fegnast um, at meirilutin við Signhild á odda stóðu saman við minnilutanum, um at varðveita og styrkja hesa solidarisku skipan, ið fevnur um áleið 150 familjur í kommununi.
Samstundis sum vit fegnast, um at systkinaavslátturin er varðveittur, kunnu vit harmast um, at tað eru millum 10 og 30 børn undir skúlaaldur á hvørjum ári, ið einamest av egnum ynski ikki eru tengd av barnaansingarskipanini. Hesi koma tískil ikki at merkja lættan. Eisini harmast vit um, at barnafamiljur, ið hava børn í skúlaaldri heldur ikki koma at merkja ein lætta. Fíggjarligi lættin er knýttur at barnaansingarskipanini og tískil verður lættin ikki latin á ein liberalan hátt, har barnafamiljum stendur frítt at velja. Vit í Fólkaflokkinum ynsktu/ynskja at hækka barnafrádráttin, soleiðis at peningurin fylgir barninum og ikki kommunalum skipanum. Men á hesum sinni, boygdu vit okkum fyri semjuni, har okkara konstruktivi leiklutur var at varðveita solidaritetin í barnaansingarskipanini.
Vit fegnast um fíggjarliga lættan, ið tó kundi verið enn breiðari og betur.