Ein ovurstórur meiriluti av føroyska fólkinum stuðlar Ísrael í stríðnum móti palestinum.
Hetta staðfestir Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, í brævi til ísraelska forsetan, Ariel Sharon.
? Ver vísur í, at ein ovurstórur meiriluti av føroyska fólkinum fult stuðlar rættindunum hjá ísraelsku stjórnini at taka øll neyðug stig í Heilaga Landinum, í Judea, Samaria og Gaza fyri at tryggja frið og tryggleika fyri ísraelska statin og allar borgarar hansara
Harmast atfinningarnar
Óli Breckmann sigur í brævinum til Ariel Sharon, at Fólkaflokkurin harmast atfinningarnar hjá danska uttanríkisráðharranum, Mogens Lykketoft, ímóti Ísrael.
Mogens Lykketoft hevur átalað atgerðirnar hjá Ísrael móti palestinum í royndunum at forða palestinskum atgerðum móti ísraelsfólki.
? Formelt hevur danska stjórnin enn ábyrgdina fyri uttanríkispolitikki Føroya. Tískil umboðar harra Lykketoft alment Føroyar mótvegis triðjalondum, sum Ísrael, staðfestir Óli Breckmann.
Óli Breckmann endar brævið til ísraelska forsetan soleiðis:
»Guðs signing í týdningarmikla arbeiði tygara fyri Ísrael, fyri friði í Miðeystri og fyri allan heimi. Shalom.«
Vil ikki blandast uppí
Óli Breckmann hevur skrivað brævið vegna Fólkaflokkin, og hann hevur skrivað undir, sum formaður floksins, løgtingsumboð og fólkatingsumboð. Tí kann eingin ivi vera um, at meiningin í brævinum umboðar allan Fólkaflokkin.
Sosialurin hevur spurt løgmann, hvat hann heldur um, at flokkurin, sum situr við stjórnarleiðsluni í Føroyum, meldar so staðiliga út um stríðið í Miðeystri. Men løgmaður hevur ongar stórvegis viðmerkingar til brævið.
? Løgmaður er ikki Fólkaflokkurin. Tað, sum stendur í brævinum, er støða Fólkafloksins. Var tað løgmanssins støða, hevði tað verið eg, sum skrivaði undir sum løgmaður vegna landsstýrið.