Fólkaflokkurin stendur seg sum hann plagar


Løgmaður hevur tí onga orsøk til at vera ónøgdur við veljarakanning

 


Veljarakanning


-Vit plaga ongantíð at fáa meira enn seks tingmenn við eina veljarakanning og plaga at liggja um tey 17-18%, so eg hava onga orsøk til at vera ónøgdur sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking til veljarakanningina, sum Fynd hevur gjørt fyri vikublaðið FREGNIR. Serstakliga ikki aftaná allan tann turbulensin, sum hevur verið í sjálvstýrismálinum hesa síðstu tíðina.


Løgmaður sigur, at hann hevur ikki havt stundir at kunna seg nóg nógv við kanningina til at gera stórvegis viðmerkingar nú.


Vit spurdu Anfinn Kallsberg, um ein orsøk til, at løgmaður ikki torir at skriva út nýval, nú tað hevur verið so turbulent í samgonguni, er tann, at hann ber ótta fyri einum ov vánaligum úrsliti fyri Fólkaflokkin!


-Løgmaður skrivar ikki út nýval. Eg eri av tí sannføring, at tá ein valskeið er uppá 4 ár, so eiga vit eisini at halda okkum til tað. Og løgmaður fer so ikki at skriva út nakað val nú orsakað av veljarakanningum ella gongdini í samgonguni.


Hann sigur eisini, at skuldi tað hent, at t.d. Tjóðveldsiflokkurin tók seg úr samgonguni, so verður ikki talan um at halda fram sum minnilutastýri. -Tað hava vit enn ikki nóg góða traditión fyri, og tí mugu ganga fleiri valskeið, áðrenn politiska skipanin venur seg til at arbeiða við minnilutastýrum. Løgmaður vil ikki siga, hvat hann fer at gera, um flokkar taka seg úr landsstýrinum.


Anfinn Kallsberg viðgongur annars enn einaferð, at stevið í samgonguni er ikki nóg gott. Um andstøðuuppskotið, sum varð til 3. viðgerð í gjár, sigur løgmaður, at hetta uppskotið er í samsvar við samgonguskjalið, og at tað bara er spell, at tað ikki er samgongan, sum fremur tað. At tað skal vera gjørt til eitt kardinalpunkt harmar hann.