Tað er bara Fólkaflokkurin, sum ikki er uppskotsstillari til at reisa ákæru móti Jacob Vestergaard og Bjarna Djurholm fyri brot á log um ábyrgd landsstýrsins. Løgtingsins Umboðsmaður hevur millum annað víst á, at avgerðirnar at løggilda sjey grannskoðarar hava verið skeivar eftir lógum og reglum. At talan hevur verið um ógegni í viðgerðini, at talan hevur verið um ósakliga fyrisiting og at landsstýrismaðurin og embætisfólk í fleiri førum settu seg í samband við fyrisitingarliga myndugleikan um málið og vóru á fundum, hóast tey vóru ógegnug.
Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm varaðu av málinum sum landsstýrismenn í 2007.
Uppskotið til samtyktar frá Bill Jusinussen, Miðflokkurin, John Johannessen, Javnaðarflokkurin, Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, ljóðar soleiðis:
?Við hesum taka undirritaðu til eftirtektar frágreiðing umboðsmansins um faktisku viðurskiftini og meting løgmans um áneyðirnar at fáa málið ført til endans á rættan hátt, so viðkomandi fær høvi at verja seg og svara ábreiðslunum við øllum rættindum.
Ásannast má, at tað er eitt álvarsligt stig, sum verður tikið fyri fyrstu ferð at reisa ákæru eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna, og er tað av stórum týdningi at málið verður væl fyrireikað og eitt haldgott grundarlag verður fyri einum møguligum ákæruriti. Nevndin eigur tí at leita sær serkøna hjálp hjá løgfrøðingi, sum hevur drúgvar royndir í revsisakargongd.?