Fólkaflokkurin skal hava tingformannin

Flokkarnir í nýggju ABDH-samgonguni eru samdir um, hvussu teir mest týðandi sessirnir í løgtinginum skulu býtast. Fólkaflokkurin fær tingformannin.

Ein partur av kabalini í sambandi við nýtt landsstýri er býti av formanssessum í løgtingsnevndunum, og hon verður helst soleiðis:

Fólkaflokkurin fær løgingsformannin, og eitt gott boð til hendan sessin er Jógvan á Lakjuni – eitt annað boð er Bjarni Djurholm.

Fólkaflokkurin fær eisini formenninar í uttanlandsnevndini, mentanarnevndini og rættarnevndini.

Sambandsflokkurin eigur formenninar í fíggjarnevndini, vinnunevndini og trivnaðarnevndini.

Andstøðan fær formanin í landsstýrismannanevndini.