Tað er nú greitt, at tað verður ikki í dag, at avgerðin fellur um, hvør skal verða formaður Fólkafloksins.
Annars var ætlanin, at floksleiðslan skuldi hittast í dag at taka støðu til tilmælið frá umboðum floksins í landsstýri og á tingi um at endurvelja Jørgen Niclasen til formann.
Men fyri veður er fundurin útsettur til í morgin fyrrapartin.
Beinleiðis orsøkin er, at sandoyingar fingi ikki møtt á fundinum í dag fyri veður
Tí er fundurin útsettur til í morgin fyrrapartin.
Eftir viðtkum floksins, skal formaðurin verða valdur í seinast lagi til landsfundin.
Ætlanin var at hava landsfund í morgin árini, men eisini hann er nú útsettur til klokkan 13 í morgin.
Fæst ikki semja í floksleiðsluni um at fylgja tilmælinum um at velja Jørgen Niclasen til formann, skal ting- og landsstýrismanningin gera eitt tilmæli