Fólkaflokkurin og tey kristnu og tey samkyndu

Jákup á Stongum, Fo-380 Sørvág

Í enn eini roynd at sleppa undan at taka støðu til ítøkiliga málið, skýtur flokkurin upp at broyta diskriminatiónslógina soleiðis, at onki stendur um: - race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro - tí so nýtast vit heldur ikki at seta »kynsligan samleika« í lógina, og so er hon galdandi fyri øll!!! Og politiið kann handla sum tað vil? Makan til kosmetiskt vrøvl!
Tað gevur onga meining at blanda religión og politik saman í einum landi, sum hevur trúarfrælsi, málið er jú ikki at skapa himmiríki á jørð, men við lógum og reglum at skapa frið millum okkum fjøltáttaðu menniskju.
Skammið tykkum, tit kristnu sum sláa bíbliuna í høvdið á minnilutum.