Tað er ikki júst stabilitetur, sum eyðkennir arbeiðslagið hjá landsstýrinum og samgonguni annars. Solospæl fyri gallarínum hava vit sæð nógv til frá fleiri einstaklingum, sum kenna á sær onkra trongd at markera seg - og oftast í andstøðu til samgongu, egnan flokk ella sjálvan seg.
Í hesum døgum er landsstýrið so farið á legu við Gjógv, har tey skulu royna at endurskapa álit og samstarv og finna felags stev. Morgindagurin fer helst at vísa, um nakað kemur burturúr.
Tað síðsta soloútspælið kom frá Fólkaflokkinum. Hesin borgarligi, konservativi vinnuflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at tað kostar ov nógv at reka okkara samfelag. Í almennari yvirlýsing sigur Fólkaflokkurin:
»Landshúsarhaldið má sópa fyri egnum durum, heldur enn at senda rokningina víðari til einstaka húsarhaldið. Vit siga nei at leggja fleiri byrðar á familjurnar. Latum okkum heldur fáa skil í almenna húsarhaldið, so tað ikki
gerst eitt ørmundarhús.«
Og so mælir flokkurin til at gera eina breiða politiska semju, so vit fáa skil á almenna búskapin. Flokkurin vísir í somu yvirlýsing á, at seinastu tíggju árini eru almennu úrtreiðslurnar í Føroyum vaksnar við 80 prosentum, meðan inntøkurnar bert eru vaksnar við 30.
Hetta staðfestir júst tann flokkur, sum hevur verið politiski felagsnevnarin seinastu nógvu árini. Fólkaflokkurin hevur sitið í stjórn so at siga út í eitt síðani 1989 - burtursæð frá einum trý ára skeiðið í nítiárunum og teir krákumánðirnar í 2008, tá CHE samgongan sat. Nýggi formaður floksins hevur eisini verið við í hesum glantrileiki seinastu 20 árini, so boðskapurin hjá Fólkaflokkinum er púra rættur: »Sópið fyri egnum durum«.
Fólkaflokkurin eigur æruna av blokkniðurskurinum saman við Tjóðveldinum. Tað er so lætt at breggja sær av sjálvbjargni, men at klippa blokkstuðulin niður í óðum nationalitskum verkum - uttan at tryggja okkum aðrar inntøkur, tað er at koyra landið á ørmundarhús.
Tað er ikki lætt skilja, hví ein slík yvirlýsing kemur frá Fólkaflokkinum - uttan tað, at hon helst er ætlað at stinga skør. Men Fólkaflokkurin tykist nú av álvara at verða farin í andstøðu móti sær sjálvum - tað má vera ein trupul støða at koma í...