Fólkaflokkurin letur løgmansboðið liggja

Fólkaflokkurin hevur framvegis ikki viðgjørt, hvør skal vera løgmansevnið fyri Anfinn Kallsberg, um hinir flokkarnir ikki vilja góðtaka hann sum løgmann eftir valið

Hóast føroyingar peika á Anfinn Kallsberg sum løgmann, so er lítið sannlíkt, at hann sleppur aftur í løgmansembætið eftir valið, tí hinir flokkarnir siga seg ikki vilja í stjórn við Fólkaflokkin, um Anfinn Kallsberg skal vera løgmaður.
Fólkaflokkurin hevur ikki viðgjørt, hvør skal vera løgmansboð floksins, um Anfinn Kallsberg ikki sleppur.
? Vit hava ongantíð gjørt so nógv hóvasták burturúr viðurskiftum innanfloks. Vit ganga ikki so høgt upp í persónar, og sjálvur havi eg ongantíð roynt at hildið meg framat. Hinvegin havi eg heldur roynt at sloppið undan. Lat okkum nú fáa valið afturum, so fáa vit at síggja, sigur Anfinn Kallsberg.