Fólkaflokkurin hevur landsfund í dag. Men at tey hava okkurt heilt serligt at práta um í flokkinum kom til sjóndar, tá ið einir tveir tímar vóru farnir.
Tí tá tók leiðslan í flokkinum ta heilt óvanliga stigið at koyra fjølmiðlarnar á dyr.
- Restin av fundinum er bara fyri fólkafloksfólk, gjørdi skrivarin í flokkinum, Aage Arnoldson greitt, tá ið hann gav miðlunum boð um at fara á dyr.
Til tíðir var orðaskifti á landsfundinum rættiliga hvast.
Tað, sum serliga fekk fundarfólk at taka harðliga til orðanna, var formansvalið í morgun, har Jørgen Niclasen varð afturvaldur til floksformann, ístaðin fyri Anniku Olsen, sum nógv vildu hava til forkvinnu.
Men fundarfólk vístu eisini ónøgd við avgerðina um at vraka Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum,
Men floksskrivarin legði dent á, at tað var ikki orsøkin til, at restin av fundinum skuldi vera fyri afturlætnum hurðum.
- Hetta er ein avgerð, sum varð tikin longu í morgun, staðfesti hann.
Hann staðfesti eisini, at hetta hevði onki við atfinningar, sum vóru førdar fram, at gera.
- Hevði tað havt nakað við tað at gera, hevði allur landsfundurin verður fyri stongdum hurðum.
Aage Arnoldson segði tó onki um, hví hendan avgerðin varð tikin, hóast hon er óvanlig.
Í heilt nógv ár hava politisku flokkarnir bjóðað fjølmiðlunum við á landsfundir og á hesum øki gekk nettupp Fólkaflokkurin undan, tí hann var fyrsti flokkur, sum sendi ein landsfund beinleiðis á internetinum fyri at fáa sjónarmiðini enn betri út til almenningin - og tað eru longu fleiri ár síðani.
Í ár fingu fjølmiðlarnar onga innbjóðing til landsfundin og hann varð heldur ikki sendur beinleiðis á internetinum.
Men Portalurin var við á landsfundinum so leingi, vit sluppu og vit fara seinni at tríva í nakað av tí, sum kom fram.