Fólkaflokkurin havt eykalandsfund

Stóru áhugi var fyri eykalandsfundinum hjá Fólkaflokkinum, ið varð hildin í Havn um vikuskiftið

Landsfundur

Hóast tað ikki er langt síðani, at Fólkaflokkurin seinast hevði landsfund, so høvdu hevði flokkurin aftur landsfund í Havn um vikuskiftið. Frá kl. 10 á morgni til kl. umleið 17.30 seinnapartin leygardagin savnaðust fólkafloksfólk í Pálsstovu í Havn. Ein sokallaður eykalandsfundur, ið varð fyriskipaður við løgtingsvalinum fyri eygað.
Áhugin var rættiliga stórur. Um hundrað fólk vóru í miðal til staðar á fundinum leygardagin. Fremsta umrøðumálið var sjálvsagt løgtingsvalið. Valevnini hjá Fólkaflokkinum vóru flest øll til staðar, og tey fingu eisini høvi til at siga sína hugsan um ymisk mál. Valevnini hittust eisini øll fyri nøkrum vikum síðani.
Fólkaflokkurin hevur gjørt sína valskrá til løgtingsvalið, og hon fekk rættiliga nógva umrøðu á fundinum.
Fundurin varð fyri tað nógva fyriskipaður á tann hátt, at ein landsstýris- ella løgtingsmaður hjá flokkinum legði fram um eitt evni í einari 20 minuttir. Síðani fingu áhoyrararnir høvi til at gera viðmerkingar.
Tosað varð serligu um tey størru evnini. Ovast á dagsskránni var tjóðskaparmálið og vinnan í síni heild.
Óli Breckman sigur, at Fólkaflokkurin er samdur innanhýsis, um hvørja leið rættast er at ganga á sjálvstýrisleið. Sum heild helt hann, at talan hevði verið um ein sera góðan fund.
Eykalandsfundurin endaði við einari veitslu um kvøldið.