Gallup hevur júst gjørt eina veljarakanning fyri Sosialin, og á middegi í dag tosaði Rás2 við ábyrgdarblaðstjóran og politiska viðmerkjaran á Sosialinum, Eirik Lindenskov.
- Henda veljarakanning vísir, at tað fer ein broyting fram í styrkini millum samgongu og andstøðu. Ágangurin hevur verið sera stórur móti sitandi samgongu. Hetta sæst eisini aftur í kanningini. Kortini vísir tað seg, at tað serliga er Fólkaflokkurin, sum tekur tapið og at Javnaðarflokkurin líka sum fær vinningin hinumegin saman við Framsókn. Tjóðveldi fær eisini eina lítla framgongd. Tapið hjá Fólkaflokkinum er 3,3%, Javnaðarflokkurin fær 2,5%, og framgongdin hjá Framsókn er 2,1%.
Eirikur Lindenskov vísir á, at kanningin eisini vísir, at Sjálvsstýrisflokkurin fær bara 2,7% og rýkur úr løgtinginum. Miðflokkurin gongur eitt vet aftur, men Sambandsflokkurin gongur eitt vet fram.
Ábyrgdarblaðstjórin heldur tað vera eitt sindur sigandi, at Sambandsflokkurin heldur fram við at tera burtur av sínum samstarvsflokkum, eins og hann gjørdi í undanfarnu samgongu.
- Tá sóu vit, at bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin mistu nógv í veljarakanningum, meðan Sambandsflokkurin gekk nógv fram. Líkt er til, at hetta heldur fram í nýggju samgonguni. Fólkaflokkurin missir, Miðflokkurin missir, og tað ger Sjálvsstýrisflokkurin eisini, samstundis sum Sambandsflokkurin gongur fram.
Eirikur Lindenskov vísir á, at Sambandsflokkurin gongur ikki nógv fram, 0,2%.
- Hugsa vit um tann ágang, sum hevur verið frá eitt nú fakfeløgum og aðrastaðni í samfelagnum og á ta mótmælisgongu, sum var seinasta leygardag, er tað kanska eitt sindur løgið, at Sambandsflokkurin framvegis hevur framgongd. Eg hevði ikki rættiliga væntað, at Sambandsflokkurin fekk hesa lítlu framgongdina, sum veljarakanningin vísir.
Spurdur, hvussu tað ber til, at Fólkaflokkurin gongur so nógv aftur, vísir Eirikur Lindenskov á, at sagt hevur verið, at politikkurin hjá samgonguni er politikkurin hjá Fólkaflokkinum.
- Men Fólkaflokkurin hevur verið gjøgnum eitt formansstríð, og ein partur av grundarlagnum hjá samgonguni er at fara niður til Danmarkar at biðja um meiri blokkstuðul. Tað átti ikki at smakka væl hjá fólkafloksveljarum. Eg hugsi, at hesi bæði tingin hava havt sína ávirkan. Hinvegin hálar málið um flatskattin kanska upp, tí tað er jú eitt av hjartamálunum hjá Fólkaflokkinum. Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin svíða ivaleyst eisini fyri, at teir líka sum eru farnir at reka fólkaflokspolitikk. Kanska er hesin politikkur í so borgarligur fyri veljararnar hjá teimum, heldur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri og politiskur viðmerkjari.