Fólkaflokkurin í felag saman við Likud úr Ísrael

– Felagskapurin fyri broytingarsinnaðar konservativar flokkar í Evropa, AECR, hevur á ársfundi í Prag júst víðkað limatalið til 31 lond, tá Likud flokkurin úr Ísrael við lógvabrestum var góðkendur sum limur nummar 31.

 

Tað skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi í dag.

 

Felagsskapurin AECR hevur um vikuskiftið havt ársfund í Prag har, umframt øktan limaskara, flóttafólk, Brexit, bretska útlimanin úr ES og fríhandil vóru á skránni.

 

– Serfrøðingar úr øllum heiminum løgdu fram, kjakaðust og svaraðu spurningum frá áhoyrarunum, skrivar Fólkaflokkurin.

 

Hann skrivar víðari, at breið semja var um, at flóttafólkastreymurin má steðgast, og at fríhandil landanna millum er avgerandi fyri framhaldandi framburði, ikki minst nú bretar melda seg úr ES.

 

– Hæddarpunktið á fundinum var tá Likud flokkurin úr Ísrael varð góðkendur sum limaflokkur nummar 31.

 

Fólkaflokkurin skrivar, at Eli Hazzan, uttanríkispolitiskur talsmaður hjá Likud, takkaði fyri góðu móttøkuna og segði millum annað, at tað var »fantastiskt at møta tykkum føroyingum og bjóðaði okkum at vitja Ísrael«.

 

Úr føroyum vóru Jørgen Niclasen, floksformaður, og Aage Arnoldson, floksskrivari hjá Fólkaflokkinum við á fundinum.

 

Jørgen Niclasen greiddi í síni røðu millum annað frá tí stóra búskaparvøkstrinum, sum hann segði varð skaptur í Føroyum undir borgarligu samgonguni seinastu fýra árini.

 

– Størsti vøkstur í Evropa, segði Jørgen Niclasen sambært tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum.

 

Gott 200 fólk vóru á fundinum hjá AECR.